Almennur pallborðsfundur verður í Skúlanum við Ósánna klokkan 20 í kvøld í samband við Torradagarnar, og verður hann sendur beinleiðis í útvarpinum.
Evnið er: Hvussu fáa føroyingar makrelin best til høldar?
Fæst mest burtur úr makrelinum við at lata tey skip, sum í dag eru í flotanum, fáa lut i hesum fiskiskapinum uttan gjald
Hvussu fáa flest føroyskir fiskimenn fáa lut í makrelveiðini?
Hvussu skipa vit makrelveiðina, so verkafólk á landi fáa lut í makrelveiðini?
Ella fæst mest burtur úr at selja makrelin í eini tilfeingsbúð?
Í pallborðinum sita: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Aksel Johannesen, løgtingsmaður, Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, Frímund Hansen, virkiseigari, Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og Mainhard Jacobsen, vinnulívsmaður.
Fundarstjórar Jóhann Mortensen og Kári Mikkelsen.
Myndina hevur Dávur Winther tikið.