Í longri tíð hevur verið ivasamt, um leiðarin á psykiatriska deplinum heldur fram.
Í fyrstu atløgu vildi setanarbólkurin hava fleiri umsøkjarar at velja ímillum, og tí varð starvssetanin hjá Tormóði Stórá ikki endurnýggjað, hóast hann var einasti umsøkjarin til starvið.
Síðani hevur tað verið heldur turbolent við setanini, tí í fyrsta umfari varð Tormóður Stórá settur, og síðani boðaði hann frá, at hann ivaðist í, um hann tímdi at halda fram. Einamest tí hann kendi á sær, at økið varð niðurraðfest og niðurpínt fra politiskari síðu.
Nú er tó greitt, at serlæknin hevur tikið avgerð um at halda fram í starvinum og samstundis hevur Landssjúkrahúsið gjørt av at seta hann í starvið.
Í kvøld hevur Tormóður Stórá kunnað starvsfólk á psykiatriska deplinum um, at hann hevur tikið avgerð um at halda fram í starvinum, og samstundis vátta tey á Landssjúkrahúsinum, at hann er settur í starvið.
Starvssetanin er tíðaravmarkað í seks ár.
Soleiðis er punktum nú sett í málinum um leiðara á psykiatriska deplinum. Eitt mál, sum hevur fingið drúgva umrøðu – bæði á tingi og í fjølmiðlunum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Tormóði Stórá.