Oyggjaleikir: Tað gjørdist einki føroyskt heiðursmerki í býarkoyringini í súkkling.
Torkil Veyhe gjørdist nummar sjey í kappingini. Av hinum súkklarunum var tað bara Gunnar Dahl Olsen, sum fullførdu. Bogi Kristiansen og Jóanis Albert Nielsen fullførdu ikki kappingina.
Torkil megnaði ikki at hanga í tí fremsta feltinum. Ta einu løtuna var hann nummar 9, men megnaði at stríða seg uppá eitt heiðurligt sjeynda pláss. Tíðin hjá Torkili var 1 tími og 42,46 sekund. Gunnar Dahl Olsen gjørdist nummar 16 við tíðini 1 tími og 1 minuttur. Vinnaratíðin hjá Tobyn Horton av Guernsey var 59 minuttir og 36,59 sekund.