Torkil er hugnaligur

Tað var ikki ætlanin at Torkil Mørkøre skuldi spæla á Fjarðafestivalinum, men hann var í øllum førum vælkomin

Fitt av fólkið var komið saman til konsertina hjá Torkili Mørkøre á Fjarðafestivalinum 2008. Tey fyrstu, ið komu inn vóru skjót at seta seg á stólarnar í salinum, so tað sást at ein friðarlig konsert var á veg.

Við Torkili á pallinum vóru fimm Klaksvíkingar, Kristoffur Mørkøre, Høgni Klakkstein, Jóan Petur Hansen, Mikkjal Hvannastein og Leivur Vitalis. Allir hava spælt nógv í andaliga tónleikaumhvørvinum í Føroyum, so talan var um royndar menn.

Framførslan var eisini hareftir, teir spældu væl, hóast teir ikki hava verið nógv samlaðir áðrenn konsertina. Fjøldin var trygg leidd gjøgnum framførsluna, og ongin slingur var í valsinum.

Sum heild høvdu teir skipað seg væl, so tónleikurin var borin fram á besta hátt.

Tað var eisini deiligt, at fyrireikararnir høvdu lagt skránna soleiðis til rættis at Torkil Mørkøre kundi fáa fólkið niður á jørðina aftur, aftaná ein heilan seinnapart við flúgvandi, buldrandi rokki.

Torkil Mørkøre hevði heilt stóran tokka millum fólkið heilt frá byrjan, og tað kann hugsast, at hetta er tí hann hevur, so ella so, framført á festivalinum hvørja ferð.

Ætlanin var at seinasta lagið skuldi vera »Can the World see Jesus«, sum var á fløguni hjá Torkili, men hann var klappaður upp aftur á pallin, men av tí hann onki eykalag hevði framførdi hann »Vilji tín« einaferð enn.

Øgiliga lekkurt at ein maður við einum hitti, ikki goymir hetta til eykalag, á sama hátt sum nógvir bólkar gjøgnum tíðina hava gjørt.