Málverjin hjá B36, Tórður Thomsen, spælir ikki aftur fyribils, eftir at hann mátti fara út við skaða í dystinum móti AB sunnudagin.
- Tað sær einki serligt út. Hetta tekur vanligt eitt stað millum 4 og 6 vikur at blíva gott, sigur Tórður Thomsen, sum annars hevur spælt allar dystirnar hjá B36 í ár.
Les eisini: Alt frá 11. umfari
B36 skal í summar spæla í Europa League og Tórður Thomsen er bangin fyri, at hann ikki verður klárur til teir dsystirnar.
Les eisini: Samandráttur frá dystinum KÍ - Víkingur 2-4
- Um tað tekur hasar 4 til 6 vikurnar, so eru Europa League dystirnir í vanda. Nú fáa vit at síggja, men tað sær einki serligt út, sigur Tórður Thomsen.
Les eisini: (Kvf.fo) Samandráttur frá B36 - AB 1-1
Dysturin millum B36 og AB endaði við javnleiki 1-1. B36 er framvegis oddalið í Effo-deildini.