Toran gongur milum 18 tær bestu í Estlandi

Toran gongur hjá Rakel Helmsdal er kosin at vera millum 18 tær bestu barnabøkurnar útgivnar í Estlandi í 2025

Bókadeildin skrivar, at stuttlig tíðindi er at frætta úr Estlandi.

 

Skaldsøgan Toran gongur hjá Rakel Helmsdal er kosin at vera millum 18 tær bestu barnabøkurnar útgivnar í Estlandi í 2025. Andry Arro hevur týtt bókina úr føroyskum til estiskt. Forlagið Kirjastus Nordur gav bókina út.

 

Bókadeildin gav Toran gongur út í 2023. Hon er eisini útgivin í norskari týðing eftir Lars Moa. Forlagið Orkana gav bókina úr í Noregi.