Javnaðarflokkurin: Føroyar fyri øll – øll skulu við

– Tað er grundleggjandi fyri samanhangsmegin, at øll eru við. Og tá vit siga øll, so meina vit øll, allir samfelagsbólkar og øll øki í landinum

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, tá hann legði valskránna hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið fram í dag.

 

Hann segði, at tað hevur týdning, at øll eru við til at bera, og tey, sum orka best, bera tyngstu byrðarnar.

 

Hann vísti á, at ta hevur verið trupult at fáa raksturin hjá landskassanum at hanga saman hetta seinasta valskeiðið.

 

– Vit høvdu hall í 2023 og í 2024 og okkurt bendir á, sjálvt um vit ikki hava endaligu roknskapirnar enn fyri 2025, at vit raka røttu megin nullið, segði løgmaður.

 

– Vit hava stýrt væl, rakstrarútreiðslurnar eru lægri enn frá 2020 til 2022, og vit hava eisini minkað um íløgurnar. Men vit fáa ikki stýrt øllum, har okkurt er farið skeiva vegin og okkurt rætta vegin, segði hann og vísti á, at bankarnir hækkaðu renturnar frá 0 til 5 prosent, sum gjørdi, at nýtslan fór niður og inntøkan hjá landskassanum minkaði.

 

Hann vísti eisini á, at laksaprísurin fór í botn og at kvotur minkaðu. Tað ávirkaði eisini skeiva vegin.

 

##med2##

 

– Makrelkvoturnar, sum vóru upp ímóti 200.000 tonsum eru nú undir 40.000 tons, vísir hann á.

 

– Men tað positiva nú er, at fiskaprískurin er góður, hóast vit ikki eiga heiðurin fyri tað heldur, segði hann.

 

Hann segði, at tey hava tálmað útreisðluvøkstrinum, eitt nú við at minka um talið av stjórnarráðum og landsstýrisfólkum.

 

– Vit settur nýskipanarnevndina at koma við uppskotum og hugskotskatalogi til betri almenna fyrisiting og skipan. Hetta vóru allir flokkar samdir um at gera, segði løgmaður.

 

– Eg eg eri samdur við nevndina um, at tað var rætt at byrja í toppinum.

 

– Vit skulu minnast til, at vit politiakrar og embætisfólk okkara eru til fyri at fólkið, fyri at gera tað einfalt, gott og bíligt fyri fólkið.

 

Løgmaður kom eisini inn á sonevndu tjóðarsemjuna millum allar flokkar á tingi uttan Sambandsflokkin.

 

– Vit skulu ikki úr felagsskapinum við Danmark. Men vit skulu hava ein øðrvísi felagsskap. Tí vit vilja hava hesar uttanríkispolitisku heimildirnar, sum vit ikki kunnu fáa í dag. Annars verður alt við Danmark óbroytt í mun til tað, sum tað er nú. So mugu vit seinni berjast við hinar flokkarnar um ríkisveitingin skal lækka, løgreglan yvirtakast og so víðari, segði Aksel V. Johannesen.

 

– Vit ætla ikki, at felagsskapurin skal broytast, men vit vilja bara broyta sjálvan karmin. Danski Javnaðarflokkurin er positivur, og eg hoyrdi í morgun, at formaðurin í Radikala flokkinum í Danmark eisini er positivur, segði Aksel V. Johannesen.

 

– Men tað krevur breiðar semjur bæði í Føroyum og í Danmark.

 

##med3##

 

Javnaðarflokkurin hevur gjørt eina skrá, sum í seks punktum lýsir floksins politikk:

 

1. Øll skulu hava ein tryggan gerandisdag og ráð til eitt heim

 

At skapa ein tryggan gerandisdag fyri øll krevur politisk átøk. Tað er alneyðugt. Tí fortreytin fyri allari menning er, at gerandisdagurin hongur saman, og at heimið er trygt.

 

VIT VILJA:

 

  • byggja fleiri, smærri og bíligari bústaðir
  • lata leigustuðul, avmarka stutttíðarleigu og steðga spekulasjónini
  • siga nei til allar skatta- og avgjaldshækkingar á vanliga fólkið og lata skattfrádrátt fyri limaskap í fakfelagi
  • skipa eina smidligari barsilsskipan við umsorganardøgum, einum virðiligum minstautgjaldi, og einum nýggjum útgjaldi á 25.000 kr. til fyrsta barnið og 15.000 kr. til tey, ið hava børn frammanundan

 

2. Øll okkara ungu skulu hava eina framtíð í Føroyum

 

Vit missa í løtuni fimta hvørt ungfólk. Tað má gerast líka lokkandi at útbúgva seg her heima sum uttanlands – og at flyta heim aftur eftir lesnað.

 

VIT VILJA:

 

  • koma skjótt á mál við kampusverkætlanini, so ungdómar kunnu velja eitt livandi og lokkandi lestrarumhvørvi á Setrinum
  • geva lesandi sama skattfrádrátt sum í Danmark
  • byggja fleiri lestrabúðir um alt landið
  • økja um útboðið av útbúgvingum á Setrinum

 

##med4##

3. Øll skulu verða loftað, tá ið lívið gerst torført

 

Eitt sterkt sosialt trygdarnet eyðkennir eitt gott vælferðarsamfelag. Eingin skal verða settur eftir. Øll skulu við. Hetta er sjálv kjarnan í vælferðini.

 

VIT VILJA:

 

  • stytta bíðitíðir til ávísingar sjúkur og í psykiatriini
  • styrkja “lágáttartænastur” til børn, ung og familjur og broyta fokus frá diagnosum og útgreiningum til tørv
  • lyfta tey, sum bert hava fyritíðarpensjón ella fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av
  • styrkja arbeiðið móti rúsevnunum og skipaðari smugling

 

##med5##

4. Øll skulu hava gagn av menningini og merkja savningarmegina

 

Menning og tilflyting hanga saman. Men stóra framgongdin bjóðar samstundis savningarmegini av, tí ikki øll kunnu taka lut. Summi enda uttanfyri felagsskapin.

 

VIT VILJA:

 

  • fara undir Suðuroyartunnilin, um tað er fíggjarliga ráðiligt
  • endurskoða Fast Track-skipanina og seta krøv um reina revisáttan fyri at fáa arbeiðsloyvi
  • herða treytirnar, so tað sum útgangsstøði ikki skal bera til at fáa familjuna við, tá tú kemur til Føroya at arbeiða við arbeiðsloyvi
  • styrkja royndir um annað kring landið. Laga undirvísingina til, so hon kann sameinast við arbeiði

 

5. Øll skulu kunna arbeiða og reka vinnu

 

Løntakarar og vinna fíggja vælferðina. Tí skal vinnulívið vera sterkt, marknaðaratgongdin góð og treytirnar fyri íverksetar og smá vinnurekandi lagaligar.

 

VIT VILJA:

 

  • styrkja virðiskøkina í Føroyum og geva íverksetum betri atgongd til váðafúsan kapital
  • menna nýggjar vinnur og arbeiðspláss innan tøkni, talgilding og burðardygg matvøruframleiðslu
  • smærri vinnurekandi skulu rinda lægri partafelagsskatt
  • skipa ein arbeiðsmarknaðardepil, har forleikamenning og vaksnamannalæra fer fram

 

##med6##

6. Øll skulu gera sítt fyri at taka ábyrgd av framtíðini

 

Búskapurin má vera haldførur; tey ríkastu mugu rinda mest og almenn rakstur skal vera skynsamur. Vit mugu finna felags loysnir. Vit taka ábyrgd, men vit taka eisini atlit.

 

VIT VILJA:

 

  • lata breiðu herðarnar bera mest við stigvísum partafelagsskatti, so bankar og aðrar stórar fyritøkur rinda meira – og vinnur, sum hava framíhjárættindi at troytja náttúrutilfeingini, mugu rinda meiri til felagsskapin
  • gera almennan rakstur einfaldari
  • fáa ferð á grøna orkuskiftið og gera Føroyar meira sjálvbjargar við orku
  • ikki lækka ríkisveitingina ella yvirtaka kostnaðarmikil øki, meðan hall er á fíggjarlógini

 

##med7##

##med8##

​​​​​​​​​​​​​​