Tora vit at taka kjakið?

– Tú hevur ikki pissað í saltan sjógv!

– Tú hevur ikki pissað í saltan sjógv!  

– Javel, men tú hevur onga útbúgving!

 

Tíverri eyðkenna hesir báðir hugburðirnir ofta kjakið ídag. Tað verður ikki sagt beinleiðis, men einki er at ivast í, hvat hugsað verður. Hevði tað ikki verið so nógv lættari og einfaldari, um vit møttust á miðjuni og arbeiddu saman? 

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, og saman kunnu vit avrika nógv. Navnframur tíðindamaður tók eina ferð til, at »sundurlyndið« eyðkendi føroyingin. Tað hava vit av øllum ikki brúk fyri, og tá ið vit seta bólkar upp í móti hvørjum øðrum, tá ber einki fram á mál.

 

Vit hava brúk fyri sjómanninum og hansara vitan um fiskivinnu, eins væl og vit eiga at virða lívfrøðiligu kanningarnar hjá Havstovuni. Um tú ert lesandi, sjálvstøðugur vinnurekandi, arbeiðir á flakavirki, siglir við skipi, arbeiðir á skrivstovu, syngur ella málar, hevur skerdar førleikar og so framvegis. Tað er líkamikið, hvat tú gert ella ert, øll hava eitt virði og hava krav uppá virðing. Ikki øll kasta sama peningaliga virði av sær, men alt kann/skal ikki gerast upp í peningi.

 

»Vakurleikin liggur í ymiskleikanum«, leysliga umsett frá DC-Talk. Øll skulu ikki vera líka, men tað bilar einki, um vit síggja okkum, sum líkar; sum ein týðandi part av samfelagnum. Er tíðin ikki komin til, at vit semjast um at vera ósamd, og síðani arbeiða okkum víðari. Tástani kunnu vit fáa úrslit og eitt rættvísari samfelag. Tað merkir ikki, at øll gera tað sama ella forvinna tað sama, men letur upp til at øll verða hoyrd, og fáa møguleikan at menna seg. Eitt rættvíst samfelag viðurkennir fortíðina, tekur støði í gerandisdegnum og hyggur frameftir. Eitt rættvíst samfelag er eyðkent av gjøgnumskygni, og tað krevur eitt virðiligt kjak - øllum at frama.