Marianna Holm Jacobsen, stórskjútti hjá VÍF og toppskjútti í føroyskum kvinnuhondbólti, spælir ikki meira hetta kappingarárið. Tað er greitt, nú hon er vorðin innløgd á Landssjúkrahúsinum við álvarsligum skaða. Skotsterki bakspælarin hevur fingið bruna í vinstra arm, og hóast hetta kanska ikki ljóðar serliga álvarsamt, so breiddi brunin seg somikið skjótt, at hon alt fyri eitt mátti leggjast undir skurð - enntá tvær ferðir.
- Eg sat og skrivaði uppgávu mikukvøldið, tá ið pínan brádliga kom. Eg fór í song og hugsaði, at eg kanska hevði brúkt armin ov nógv. Eg vaknaði aftur um náttina við nógvari pínu, og síðani tá havi eg ikki verið før fyri at flyta armin, sigur Marianna av sjúkrasongini á Landssjúkrahúsinum.
Morgunin eftir vendi Marianna sær til læknan, haðani hon varð send á Landssjúkrahúsið. Fríggjadagin vórðu blóðroyndir tiknar av henni, og tær staðfestu, at álvarsamur bruni var í slímsekkinum við albógvan, og at brunin hevði spjatt seg. Hon varð innløgd alt fyri eitt.
Marianna fekk heilivág fyri at koma brunanum til lívs. Hóast hetta vanliga plagar at rigga, so var hon helst ov sein at koma undir læknahond, og so máttu aðrar mannagongdir til.
- Leygarmorgunin hevði brunin spjatt seg somikið nógv, at eg mátti undir skurð beinanvegin, greiðir Marianna frá, sum var heppin, at útlendskur skurðlækni var tilstaðar, tí – sum hon fekk at vita – so kundi staðið nógv verri til, um brunin fekk tíð at spjaða seg upp til økslina og oman í hondina.
Skurðviðgerðin skuldi eftir ætlan taka ein hálvan tíma, men læknarnir vóru ovfarnir av nógva brunanum, og skurðviðgerðin endaði við at vara í hálvan triðja tíma. Marianna varð skurðviðgjørd aftur í dag – hesaferð fyri at síggja hvussu stóð til og fyri at spula og reinsa.
- Eg veit ikki hvussu leingi eg skal liggja her, men kappingarárið er so liðugt fyri mítt viðkomandi, sigur Marianna nærmast sjálvsagt, nú VÍF bara hevur ein dyst eftir at spæla.
Í fyrsta umfari mettu læknarnir, at hon ikki kann nýta armin í seks vikur, men av tí at brunin var álvarsamari enn fyrst hildið, so kann hon verða noydd til at halda ein longri steðg.
- Eg skal tosa við læknarnar aftur í morgin, og tá fái eg meiri at vita, sigur Marianna Holm Jacobsen at enda.










