FÓTBÓLTUR
Hann er flúgvandi í løtuni. Tað hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at Nicolas Anelka er ein framúrskarandi áleypari. Hetta hevur hann prógvað ferð eftir ferð. Í Paris St-Germain, Arsenal, Real Madrid, Paris St-Germain einaferð aftrat, Liverpool, Manchester City, Fenerbaçhe, Bolton, Chelsea og á landsliðnum.
Men mongu feløgini vitna eisini um, at 29 ára gamli franskmaðurin hevur havt trupult við at finna seg til rættis har, hann hevur verið. Persónligir trupulleikar av alskyns slag hava merkt yrkisleiðina hjá »Enfant terrible«, sum hann eisini verður kallaður. Men uttan mun trupulleikar uttanfyri vøllin, so hevur Anelka so at siga altíð verið garantur fyri mál. Av somu orsøk hevur tað ongantíð verið nakar trupulleiki hjá honum at finna eitt felag – og feløgini hava altíð verið sinna at knýtt Anelka at hópinum, eisini hóast hann bar orð fyri at verið eitt sokallað problembarn. Tískil er Anelka eisini tann leikarin, ið feløg hava brúkt flest pengar upp á gjøgnum tíðina. Tilsamans 860 milliónir krónur hava omanfyrinevndu feløg brúkt upp á Anelka!
Nú er hann so av álvara við at prógva, hví Chelsea valdi at brúka 150 milliónir krónur uppá hann í januar í ár. Størsta stjørnan í Chelsea, Didier Drogba, hevur verið nógv skaddur í ár, og tí hevur av álvara verið brúk fyri Anelka. Franskmaðurin hevur teir 12 dystirnar, hann hevur spælt í Premier League í ár, eisini víst, at hann ikki bara kann, men skal brúkast.
Toppskjúttin í Premier League er tó ikki úttikin til franska landsliðið, sum skal spæla ímóti Belgia mikudagin. Tað vísir enn einaferð, at tað eru viðurskifti uttanfyri vøllin, ið er trupulleikin hjá Anelka.
Toppur vann á botni
Tvey av teimum 12 málunum, Anelka hevur gjørt í Premier League higartil, gjørdi hann um vikuskiftið, tá Chelsea á útivølli basti West Bromwich 0-3. Fyrsta málið í dystinum gjørdi Bosingwa. Ein tryggur sigur á botnliðnum, og harvið vann Chelsea sín tíggjunda útivallarsigur á rað – tað hevði bara Tottenham megnað frammanundan, hetta fyri 47 árum síðani. Ein staðfesting av, at bæði toppliðið og toppskjúttin í Premier League eru vælkoyrandi í løtuni.
Liverpool aftur á sigurskós
Hitt liðið við 32 stigum er Liverpool. Teir reyðu hava tapt tveir dystir á rað fyri Tottenham, annan í Premier League og hin í Carling Cup. Leygardagin komu teir aftur á beint, tá teir vunnu 0-2 á Bolton við málum frá Kuyt og Gerrard.
Hóast fleirtaldar møguleikar fyri at økja um leiðsluna, kom Liverpool undir eitt ávíst trýst í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist monnunum hjá Benitez at koyra tíggjunda sigurin í ár heim, og harvið hava teir eins nógv stig og Chelsea.
Ronaldo komin fyri seg
Ein annar leikari, sum eisini hevur víst stórspæl síðstu dystirnar, er Ronaldo hjá Manchester United. Maðurin byrjaði kappingarárið varliga, eftir eina skurðviðgerð í summarfrítíðini, men hevur seinastu tíðina víst nakað av somu taktum frá farna kappingarári. Leygardagin staðfesti hann so av álvara, at hann er við at finna stórformin aftur, tá hann tvær ferðir sendi beinleiðis fríspark í netið. Hetta var í 5-0 sigrinum á Stoke, har Carrick, Berbatov og bara 17 ára gamli Welbeck gjørdu hini málini.
Arsenal og Tottenham steðgað
Arsenal hevur eisini fleiri ungar mans á sínum liði. Leygardagin taptu hesir fyri Aston Villa. Dysturin endaði 0-2 og var tað eitt sjálvmál og eitt mál frá Agbonlahor, ið tryggjaðu Aston Villa trý stig, ið hava við sær, at liðið úr Birmingham hevur eins nógv stig og Arsenal.
Arsenal var ikki einasta Londonliðið, ið tapti um vikuskiftið. Tottenham hevur ikki tapt síðani Harry Redknapp tók yvir eftir Juande Ramos. Ein javnleikur og fýra sigrar í Premier League, UEFA Cup og Carling Cup var úrslitið undan vikuskiftinum, har tað eydnaðist Fulham at koppa Tottenham. Davies og Johnson gjørdu málini hjá Fulham, meðan Campbell skoraði fyri Tottenham, sum harvið ikki megnaði at hála seg úr botninum, har tað er ógvuliga tætt. So tætt, at Sundarland við sínum sigri hálaði upp á eitt 11. pláss eftir at hava ligið undir niðurflytingarmarkinum undan vikuskiftinum.









