2. deild: KÍ-NSÍ 2-2 (2-2)
Topskjúttin hjá KÍ hevur verið burturstaddur seinastu dystirnar, og men nú hann var komin aftur, gjørdi hann beinanvegin vart við seg. Hann arbeiddi nógv í álopinum, har hann fyrst spældi saman við Olgari Danielsen og í seinna hálvleiki saman við Høgna Kastalag, og hann skoraði bæði málini hjá heimaliðnum.
NSÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum, tá teir fingu brotsspark. Ein bóltur varð sendur inn úr vinstru síðu, og ein dómarin tulkaði ein tvídyst millum ein KÍ-verjumann og ein NSÍ-álopsmann soleiðis, at KÍ?arin hevði rent runavíkingin í ryggin.
Úr ellivu metrum var verjuspælarin Dagfinn Olsen tryggur. Gunnar á Steig, sum hesaferð vardi málið hjá KÍ-liðnum, fór til vinstru, og so sendi Dagfinn bóltin í netið dygst úti við hin stólpan.
Tað gingu ikki nógvir minuttir so svaraði heimaliðið aftur. Jóhan Lützen lyfti upp um NSÍ-verjuna, ein NSÍ-verjuspælari fór skeivur av bóltinum, og so var Helmar Lassen í stundini fram við, og smekkaði bóltin millum beinini á málverjanum og í meskarnar.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti NSÍ, men KÍ gjørdi alt forarbeiðið. Verjuspælari hjá KÍ skuldi sparka bóltin burtur, men sendi í staðin leðurkúlan høgt upp í loft og móti sínum egna máli. Har royndi KÍ-málverjin at lofta bóltinum dygst undir tvørstongini, men misti bóltin, og so var Sonni L. Petersen (sum allatíðina var vandamikil og avbjóðandi) fyrstur á og sendi bóltin seinasta meturin um málstrikuna.
Aftur Helmar
Hóast kloddasliga málið fullu KÍ-spælararnir ikki í fátt. Teir fóru longur fram á vøllin, og hóast NSÍ-spælið var nógv meira skipað og flótandi, var KÍ-liðið vandamikið við sínum meira beinleiðis spælið.
Fyri hálvleik eydnaðist tað KÍ at javna, tá Helmar Lassen var fyrstur á bólti, sum var sendur inn fyri úr vinstru, málverjin mátti aftur hesaferð merkja bóltin súsa millum beinini hjá sær, og so var javnleikur 2-2.
Eftir hálvleikssteðgin royndu bæði liðini at fáa eitt mál afturat, og bæði liðini komu í nánd av málinum, hóast eingir upplagdir møguleikar vóru. NSÍ?arnir raktu stongina við frálíkum langskoti, og KÍ?arnir vóru eisini nær við og næstan.
Eisini í seinna hálvleiki kombineraði NSÍ-liðið munandi betri, meðan KÍ ofta spældi við longu bóltum fram í síðurnar ella fram móti teimum báðum álopsmonnunum.
Javnleikur var hóskandi úrslit av einum dysti, sum bæði liðini kundu havt vunnið.










