Toppdysturin verður tíðliga seinnapartin

Botndystur er á Argjum, HB við nýggjum venjara er á veg vestur í Vágar, og toftamenn fara til Fuglafirðar at royna eftir fyrsta sigrinum

Tað er øgiliga stutt millum umførini í bestu fótbóltsdeildini. Mikukvøldið var Dalibor Savic fyri síðstu ferð HB venjari, tá ið tað í Gundadali endaði 1-1 millum HB og Víking.

 

Í dag fara HB og Jákup Martin Joensen, sum er nýggjur venjari, vestur til Sørvágs, og Víkingur fær vitjan av EB/Streymi, sum onkuntíð hevur staðið seg væl í Sarpugerði.

 

Longu klokkan 14 fer Kári J. á Høvdanum at bríksla fyri fyrstu ferð í Gundadali, har tað verður toppdystur millum B36 og KÍ, sum framvegis hevur fulla úrtøku í landskappingini. KÍ hevur tapt einaferð í ár. Tað var í Gundadali í steypakappingini, tá ið B36 vann 2-0.

 

Á Argjum verður TB gestur. AB hevur framvegis einki stig vunnið, og TB er á áttanda plássi við fýra stigum.

 

Saman við AB er B68 undir niðurflytingarstrikuni. Klokkan 17 vera toftamenn í oyggjauppgerð í Fuglafirði ímóti ÍF, sum úr seks teimum fyrstu umførunum hevur vunnið 9 stig ella 6 stig fleiri enn B68, sum enn ikki hevur vunnið fulla úrtøku.

 

 

 

ÍF – B68: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

07 Vestur – HB: Petur Reinert kl. 15.00

 

B36 – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00

 

AB – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

 

 

660020218
B36650112515
HB642015314
ÍF6303769
Víkingur62221298
07 Vestur62138107
EB/Streymur6213577
TB61144184
B6860335153
AB60061140