Toppdystur verður í Fuglafirði

1. DEILD: Í gjárkvøldið javnaði HB í síðstu løtu í grannauppgerðini í Gundadali

Mikukvøldið stríddust fuglfirðingar sum úlvar á skóg í Klaksvík, har tað var um reppið, at teir megnaðu málleysan javnleik. Síðstu lítlu løtuna skoraði KÍ trý mál. Í dag fær ÍF vitjan av TB í toppdysti í næstbestu deildini. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Orsakað av steypadystunum mikukvøldið er tað eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar dystir liðini í næstbestu deildini hava spælt.

 

Hetta vikuskiftið er 11. umfar á skránni. Sum tað sæst á støðutalvuni, so eiga feløgini, sum mikukvøldið vóru í steypadysti, ein útsettan dyst.

 

ÍF, sum mikukvøldið av álvara spílaði seg út í fjórðingsfinaluni og í Klaksvík helt KÍ á pínubeinkinum, inntil tað bara restaðu fáir minuttir, er ósigrað topplið. Í dag fáa fuglfirðingar vitjan av TB, sum er næstfremst. Tá ið hesi bæði liðini fyri tveimum mánaðum síðani hittust við Stórá í Trongisvági í triðja umfari, vann ÍF 2-0.

 

Fyrsti dysturin í hesum umfarinum var í gjárkvøldið á ovara vølli í Gundadali. Talan var um grannauppgerð millum HB og B36, sum endaði 1-1. HB javnaði til 1-1 í síðsta minutti. Málskjútti var Gilli Róason, sum skoraði fyri triðju ferð í ár – hann skoraði tvey mál í 5-0 sigrinum ímóti NSÍ týskvøldið. Uppleggið átti Teit Jacobsen, sum varð skiftur inn, tá ið ein hálvur tími var eftir.

 

Eitt stórt korter undan leikloki legði B36 seg á odda 1-0. Málskjútti var 17 ára gamli Marius Árting Allansson, sum varð skiftur inn, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.

 

HB er á sjeynda plássi við 13 stigum, og B36 er á áttanda plássi við 10 stigum.

 

Hósdagin, sum er Kristi himmalferðardagur, fær B36 vitjan av ÍF, og tá fer HB vestur til Sørvágs.

 

 

 

Í gjár

 

HB – B36 1-1 (0-0)

 

0-1: Marius Árting Allansson 74.

 

1-1: Gilli Róason 90.

 

Í dag

 

ÍF – TB: Kristian Gunnar Joensen kl. 15.00

 

07 Vestur – B71: Árni B. Petersen kl. 16.00

 

Undrið FF – Víkingur: Rúni Olsen kl. 15.00

 

Mánadagin

 

KÍ – NSÍ: Alex Troleis kl. 20.45

 

-

 

ÍF972021423
TB970217821
Víkingur10523271917
Undrið FF1052315917
10514271616
B71943214915
HB11416172113
B3611317152910
NSÍ1021711367
07 Vestur90186191

Mikukvøldið stríddust fuglfirðingar sum úlvar á skóg í Klaksvík, har tað var um reppið, at teir megnaðu málleysan javnleik. Síðstu lítlu løtuna skoraði KÍ trý mál. Í dag fær ÍF vitjan av TB í toppdysti í næstbestu deildini. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo