Tom Cruise tosar um hjúnaskilnaðin

Mission Impossible stjørnan hevur nærum einki sagt um, at kona hansara Katie Holmes hevur søkt um hjúnaskilnað.

Dawson Creek størnan hevur fleiri ferðir víst seg saman við dóttrini Suri í New York, har hon er flutt inn í eina nýggja íbúð, eftir at hon 28. Juni søkti um hjúnaskilnað.

 

Nú hevur Tom Cruise fyri fyrstu ferð sagt nakað um skilnaðin – umvegis sakføraran Bert Fields.

 

- Hann er ógvuliga keddur um støðuna, men hann vil ikki gera skilnaðin almennan. Vit lata hin partin vera í miðlunum inntil søgan verður keðilig, og síðani taka vit orðið, sigur Fields við BBC News.

 

Sakførarin staðfestir, at hann ikki enn kann siga nakað um, hvørt Tom Cruise ætlar at søkja um foreldramyndugleika at dóttrini Suri.

 

Sambært slatrinum vil Katie Holmes hava fullan foreldramyndugleika yvir Suri.

 

Tom Cruise hevur verið giftur tvær ferðir áður. Fyrst var tað við sjónleikarinnuni Mimi Rogers, og síðani við Nicole Kidman, sum hann hevur tvey ættleid børn við.

 

Hetta veit BT í dag.