Tolsemistyranni ella neyðug mótmæli?

- Viðmerking til Jens Wang um §266b-málið og hugtakið tolsemi

Heini í Skorini, lesandi

Tey, sum í hesum døgum rópa harðast um toleransu, eru í veruleikanum tey mest intolerantu. Og forsprákararnir fyri toleransu gera seg sekar í sama misbroti, teir ákæra mótpartin fyri.
Hetta var niðurstøðan hjá Jens Wang, løgfrøðingi, tá hann í farnu viku borðreiddi við áhugaverdum lesarabrævi um hugtakið tolsemi. Lesarabrævið tók – eins og tey flestu í hesum yvirupphitaðu døgum – útgangsstøði í kjakinum um, hvørs kynslig orientering skal skoytast uppí grein 266b í revsilógini ella ikki. Ein avgerð, sum løgtingið skal viðgera týsdagin.
Í høvuðsheitum harmast Jens Wang um intoleranta hugburðin mótvegis teimum, sum eru ímóti hesi lógarbroyting, ella sum av trúarávum ikki taka undir við samkyndum lívshátti. Hann vísir á, at intoleransa mótvegis intoleransu resulterar í somu intoleransu. Og tí eru tey, sum í hesum døgum føra seg fram sum toleransunnar umboðsfólk, fangað í eini logiskari andsøgn.
So far so good. Ein einføld og klassisk grundgeving, sum ein freistast at nikka samtykkjandi til.

Álopini á samkynd
Jens Wang hevur rætt í, at atfinningarnar móti tí samfelagsbólki, hann metir seg hoyra til, eru hvassar og til tíðir ósakligar. Men hevur hann hugsað um, hvør upprunin er til hesar atfinningar? Er hann tilvitaður um, hví trýstið á ávísar trúarbólkar og trúarinnar umboðsfólk er vaksandi? Lat okkum skrúva tíðina eitt sindur aftur.
Í apríl í 2005 kallaði samkomuleiðarin í Filadelfia í Havn, Tummas Jacobsen, samkyndan lívshátt fyri ránsveiðu Satans. Í desembur 2005 síðustillar Mogens Thilsted Christensen, hvalvíksprestur, samkynd og pedofilar. Undir 1. viðgerð av broyting í §266b fyri lítlum ári síðani segði tinglimurin Egin Henriksen, at samkynd eru pervers og ónormal. Sambært formanni Miðfloksins, Jenisi av Rana, eru samkynd sjúk og hava tørv á grøðing. Mentamálaráðharrin Jógvan á Lakjuni skrivaði í august í 2005, at um samkynd verða góðtikin, verður avleiðingin ein vanlagna fyri Føroyar. Tíðliga í 2005 sigur Gerhard Lognberg, tinglimur, at tey samkyndu draga synd yvir landið, og seinni diskvalifiserar hann tey samkyndu til starv í føroyska fólkaskúlanum. Og vit kundu hildið á at reksa upp tær religiøst funderaðu ákærur, sum eru skolaðar oman yvir hendan minnilutabólk.
Og her hava vit so orsøkina til tað, Jens Wang harmast um. Tað eru slíkar útsagnir, sum hava elvt til tær ákærur, Jens Wang upplivir sum trúgvandi. Hetta er orsøkin til okkara egnu lítlu Muhammed-kreppu. Hevði hann veruliga væntað, at omanfyristandandi apokalyptisku proklameringar, mannminkandi retorikkur og diskriminerandi orðaval frá nøkrum av landsins leiðarum fór at standa ósvarað? Trýst elvir til móttrýst. Aktión elvir til reaktión. Og í toleransunnar navni trivu onnur í pennin og mótmæltu hvassliga teimum verbalu lortaspannum, sum samkynd hava fingið oman yvir seg.
Spell, at ótespiligi framferðarhátturin hjá parti av føroyska trúarlívinum skal koma einum so konstruktivum og reflekterandi manni sum Jens Wang aftur um brekku, tá mótparturin vendir kanónini.
Men atfinningarnar vóru náttúrligar. Og mótmælini vóru neyðug og átroðkandi.

Toleransa mótvegis intoleransu?
Kravið um toleransu mótvegis intoleransu er meiningarleyst. Og pástandurin um, at hugtakið toleransa er fangað í eini logiskari andsøgn, sum bítur seg sjálvt í halan, er absurd. Tí treytaleys toleransa finst ikki. Hvat hevði treytaleys toleransa elvt til? Jú, hon hevði elvt til lógloysi, tí so høvdu vit jú tolererað Hitler og Stalin.
Henda partin hevur Jens Wang ikki við í síni viðgerð av hugtakinum toleransa. Hann viðgerð bert ta absoluttu og paradoksalu útgávuna. Tí er útgangsstøðið skeivt frá byrjan. Og tí gerast atfinningarnar av hugtakinum tannleysar.
Toleransa er eitt virði í sær sjálvum. Eitt virði í harðari kapping við onnur virði. Eitt virði, sum tekur dystin upp við og fordømir onnur virði, sum ganga tolseminum ímóti. Eitt universelt virði, sum er formaliserað í altjóða mannarættindasáttmálum. Eitt krav, ein standardur, sum mótmælir intolerantan hugburð.
Og júst henda fatan av toleransu sprettir ikki úr eini líkasælari og relativistiskari trúgv, sum Jens Wang skrivar. Toleransa sum ítøkiligt virði er tvørturímóti partur av eini lívsáskoðan, sum byggir á ein universellan mannarættindamoral, og sum – by the way – als ikki nýtist at standa í andsøgn til kristnan moral!
Er tolsemi ein andsøgn? Er tolsemi eitt meiningarleyst hugtak? Nei. Tolsemi hevur verið ein hornasteinur í vesturlendskari tjóðarbygging. Tolsemi er grundarlagið undir fólkaræðisligu skipanini. Tolsemi hevur slóðað fyri mongum mannarættindarligum framstigum. Og tolsemi er tað, okkum vantar í Føroyum.