Í dag er 23. desember - dagurin fyri jólaaftan. Summi rópa dagin Tollaksmessudag, onnur lítli jólaaftan og onnur nýta ivaleyst bæði heitini.
Tollaksmessudagur er heiti, sum verður nýtt í Føroyum og í Íslandi. Dagurin eitur eftir íslendska biskupinum Þorlákr Þórhallsson, sum føddur var á Líðarenda í Íslandi í 1133 og sum doyði 23. desember 1193 - Tollaksmessudag. Hann var biskupur í Skálholti í Íslandi.
Tollakur er mætasta halgimenni í Íslandi og hevur eisini verið dyrkaður í Føroyum, men lítið í øðrum Norðurlondum. Hvørki pávin ella katólska kirkjan hava staðfest hann sum halgimenni, skrivar fólkakirkjan.fo
Í Danmark og Noregi verður dagurin nevndur »Lille juleaften« ella lítli jólaaftan, sum fleiri eisini siga her heima.
Tollaksmessudag løgdu fólk seinastu hond á jólafyrireikingarnar. Í Føroyum gjørdu konurnar klædnapløggini liðug, sum skuldu latast børnunum í jólagávu. Eisini munnu tey hava fyrireika jólamatin og baking, sum skuldi nýtast á jólum.










