John Johannessen
Úr Keypmannahavn
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, er fegin um, at samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna nú eru vorðnar realitetssamráðingar og ikki revolvarapolitikkur, eins og samráðingarnar 17. mars.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú er tokið umsíðir farið í gongd. Danska stjórnin var opin fyri at viðgera málini, landsstýrið hevði kraft at fáa á dagsskránna, og útmeldingarnar vóru í øllum førum positivar, uttan tá talan var um skiftistíðina. Tí metir Høgni Hoydal bert eitt høvuðsmál enn vera eftir at fáa greiðu á, áðrenn sigast kann, at eitt endaligt samráðingarúrslit so smátt er við at koma undir land.
Væntaði verri úrlist
Høgni Hoydal sigur, at hann í veruleikanum ikki hevði væntað, at samráðingarfundurin týsdagin fór at gangast so mikið væl. Hann væntaði áðrenn samráðingarfundin, at danska stjórnin enn einaferð fór at vísa føroyska samráðingarútspælinum aftur og koma við einum alternativum uppskoti, eins og hon gjørdi á fyrsta samráðingarfundinum 17. mars.
? Eg má siga, at eg eri glaður fyri, at danska stjórnin ikki var so avvísandi hesaferð, sigur Høgni Hoydal. Hann greiðir frá, at stjórnin reisti nógvar trupulleikar í sambandi við ymsik viðurskifti undir hesum samráðingunum. Men tá føroyingarnir komu við sínum grundgevingum, var eingin trupulleiki.
Høgni Hoydal sigur, at tá kjakast varð um rættindini hjá føroyingum í Danmark í einum nýggjum ríkisrættarligum sáttmála, løgdu danir hart út. Men tá føroyingar komu við sínum grundgevingum og vístu á, at talan er um rættindi hjá dønum í Føroyum, eins væl og hjá føroyingum í Danmark, blotnaði harða linjan hjá stjórnini.
Skiftistíðin er taktikkur
Høgni Hoydal sigur seg rokna við, at danski forsætisráðharrin heldur fast um hørðu linjuna viðvíkjandi skiftistíðini av tveimum ørsøkum. Onnur er, at hann veit, at stutt skiftistíð ger undirtøkuna fyri ætlan landsstýrisins veikari í Føroyum, og hin er, at Poul Nyrup Rasmussen roynir at styrkja seg innanríkispolitiskt í Danmark.
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ger vart við, at danska stjórnin hevði ógvuliga torført við at grundgeva ímóti, at geva danir ikki føroyingum eina rímuliga skiftistíð, verða teir noyddir at rinda føroyingum milliardaupphæddir í minst 20 ár afturat.
Eisini sigur Høgni Hoydal, at danska stjórnin gav nógv positivari útmeldingar um skiftistíðina á samráðingarfundinum enn á tíðindafundinum.