Um dagarnar skrivaði Telemarkavísin í Noregi um nakrar ungdómsskúlanæmingar, sum gjørdu eina heilt serliga køku og bjóðaðu næmingum á skúlanum at eta. Blaðið upplýsir ikki, hvør skúlin er, men rektarin á skúlanum váttar, at søgan er sonn.
- Jú, rætt er, at tríggir næmingar hava viðgingið, at teir togaðu sær niður í deiggið og bakaðu hesa køku, sum teir síðan góvu næmingunum at eta, sigur rektarin.
Sagt verður, at átta næmingar ótu av køkuni.
Telemarkavísin skrivar eisini, at onkur lærari át, men hesum afturvísir rektarin á skúlanum.
Málið verður tikið í álvara, og heilsusjúkrasystirin hevur verið á skúlanum og hevur vissað næmingarnar um, at eingin vandi er fyri smittu, tá deiggið hevur verið undir nógvum hita.
Skúlaleiðarin í kommununi er eisini kunnaður, og tað hevur eisini verið upp á tal at melda málið til løgregluna.