Toga Goðafoss avaftur

Nú klokkan sjey verður roynt at toga íslendska farmskipið Goðafoss av flúrinum við oynna Hvaler í Oslofjørðinum. Morgunblaðið skrivar, at tveir sleipibátar liggja klárir at seta á, nú tað er flóð. Tríggjar oljugirðingar eru lagdar rundan um skipið.

Gongst sum ætlað, verður Goðafoss togaður til Kirkeskjær og lagdur fyri akkeri har. Síðani skulu menn niður at kanna, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið.

Eitt annað skip hjá Eimskip, Dettifoss, kemur til Frederikstad í kvøld eftir bingjunum, sum vóru umborð á Goðafossi, tá skipið fór á land.