Anna Maria Fosaa, plantuvistfrøðingur
Virðismikið tilfeingi
Tað er ilt at ímynda sær, hvussu allar hesar verkætlanir, sum eru frammi, kunnu setast í verk, uttan at kunngerðin um friðing av økinum um Toftavatn verður brotin. Toftavatn er nakað serstakt, – tað er ikki ovsagt. Umframt at økið er sera náttúruvakurt, verður tað mett sum eitt av teimum økjum í Føroyum, ið beinanvegin átti at verið lagt út til ein tjóðargarð, har fólk kunnu njóta náttúru, sum verður varðveitt fyri náttúrunnar sakir; har tað verður granskað og kunnað um náttúruna. Men eru vit veruliga so fátæk í hesum landi, at vit ikki duga at síggja náttúruna sum eitt virðismikið tilfeingi, sum vit eiga at ansa sera væl eftir og varðveita í sínum natúrliga líki?
Friðingarverd øki
Í bókini “Føroya náttúra – lívfrøðiligt margfeldi”, ið kom út fyri einum mánaði síðan, er ein talva gjørd yvir, hvørji náttúruøki eru friðingarverd orsakað av teirra serliga lívfrøðiliga margfeldi. Eitt av hesum økjum er Toftavatn og øki uttanum. Øki uttanum er sera virðismikið, tí her er eitt serliga gróðrarmikið lyngøki, sum ikki hevur sín líka aðrastaðni í Føroyum. Og her ber eisini til at finna fleiri sjáldsom plantusløg og fuglasløg.
Eg eri greið um, at tað er ógvuliga trupult at grundgeva fyri, at eitt øki skal friðast, bert tí vit finna eina serliga plantu har, sum kanska ikki finst aðrastaðni í Føroyum, mótvegis fíggjartungum verkætlanum so sum undirsjóvartunlum og stórum íbúðarhúsum. Men eg geri tað kortini, tí at eg eri sannførd um, at tað eru nógv við mær, sum halda, at náttúran eigur at varðveitast.
Avtala millum lond
Vit vilja sleppa at vera við á altjóða leikpallinum, hava undirskrivað sáttmálar, ið áleggja okkum at varðveita náttúruna. Ein av teimum sáttmálunum, sum hevur verið mest frammi í seinastuni, er sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi. Hesin sáttmáli áleggur okkum at gera skipanir, ið hava til endamáls at verja plantur og djór. Í sambandi við arbeiðið at verja lívfrøðiliga margfeldið liggja stórar avbjóðingar fyri framman. Við tí fyri eyga at seta ferð á hetta arbeiði varð í 2002 enn ein avtala millum lond samtykt. Hendan avtala hevur til endamáls at seta átøk í verk, sum skulu steðga afturgongdini av plantum og djórum seinast í 2010. Við teirri verkætlan, sum er í umbúna við Toftavatn, sær tað ikki út til, at vit ætla okkum at náa 2010-málinum – tvørturímóti.
Eingin náttúrufyrisiting
Tá tú tosar við útlendskar samstarvsfelagar, kennir tú teg ofta illa av at noyðast at viðganga,
• at vit ikki hava nakað øki, ið veruliga er náttúrufriðað,
• at vit ikki hava nakra náttúrufyrisiting,
• at vit ikki eru farin í gongd við 2010-málið
• og at vit nú eru í ferð við at oyðileggja eitt av okkara mest fjølbroyttu lyngøkjum til fyrimunar fyri tunlar og íbúðarbygging.
Hví eru vit komin so stutt á okkara náttúruøki, tá ið vit liva av okkara náttúru og eru bundin av at skula røkja náttúruna so væl sum til ber? Er tað tí at vit ikki hava ráð? Nei tað haldi eg ikki.
Eg fái meg illa at trúgva, at allir eysturoyingar og Føroya fólk annars, sum kenna til Toftavatn, eru samd, tá talan er um at gera so stór inntriv á økið, at tað ikki verður til at kenna aftur.
Eg vil tí heita so inniliga á tykkum um at taka friðingina í álvara og finna eitt annað øki til slíkt virksemi.