Tøl í fíggjarlógini verða framskrivað

- Síðan verður veruliga viðgerðin í fíggjarnevndini, og tá fíggjarlógin kemur til 2. viðgerð á tingi, sigur Aksel V. Johannesen.

Í dag hava flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri, fingið eina frágreiðing frá fíggjarmálaráðnum um fíggjarlógina.

 

Uppskot til fíggjarløgtingslóg skal leggjast fyri tingið fyri 1. oktober í ár, men við útvarpið hjá Kringvarpinum segði samráðingarleiðarin, Aksel V. Johannesen, at talan helst bara verður um framskrivingar av tølum.

 

- Síðan verður veruliga viðgerðin av fíggjarlógini í fíggjarnevndini, og tá fíggjarlógin kemur til 2. viðgerð á løgtingi, legði hann aftrat.

 

Samráðingarnar um skipan av nýggjari landsstýrissamgongu vórðu tiknar uppaftur klokkan 14 í dag, og ætlandi halda samráðingarnar fram í kvøld.