Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Ofta verður sagt, at ein kreppa í samfelagnum gevur møguleikar, eisini møguleikar at hugsa nýtt og at skipa tingini øðrvísi.
Atgongdin til útbúgvingar inn an tekniska økið í Føroyum var áður sera avmarkað; tey ungu, sum høvdu betri hug til hend urnar enn tað bókliga, høvdu bert møguleika at royna hendan áhuga, um tey kundu fáa eitt lærupláss hjá einum meistara. Og fekst tú lærupláss, vart tú bundin, til tú eftir 4 ár hevði lokið útbúgvingina.
Har vóru ongir møgu leikar at royna teg innan eitt øki fyri at finna útav, um tað var nakað fyri teg. So vit kunnu siga, at tað var trupult at sleppa inn á eina yrkisútbúgving, og fekst tú ikki eitt lærupláss, var ongin annar møguleiki enn at fara til tær meira bókligu útbúgvingarnar so sum studentaskúla og HF.
Hetta, at tey ikki høvdu atgongd til at royna hugflog og evnir innan tekniska økið, var ikki bara ein missur fyri tey ungu, men eisini fyri samfelagið, tí brúk er bæði fyri fólkum við bókligum útbúgvingum og sanniliga eisini fyri fólkum við yrkis ligum útbúgvingum.
Dyrnar á Tekniska Skúla opnaðar á víðan vegg
Kreppan fyrst í 1990’unum viðførdi, at tilgongdin til lærlinga útbúgvingarnar fánaði burtur í onki, og hóast hetta var ein døp ur støða, gav hon møguleikar at hugsa nýtt við tí endamáli at opna dyrnar til handverksøkið fyri ungdómin. Myndugleikarnir sóu tørvin, og arbeiðið varð sett í gongd sum eitt samstarv millum myndugleikarnar og fakfólkini úti á skúlunum.
Nýhugsanin kom í tveimum stigum. Lógin um SIT (Støðis útbúgving Innan Tøkni) varð samtykt í apríl í 1992. Nú kundu ungfólk velja at fara á Tekniska Skúla í 1 ár, og umframt bókligar lærugreinir kundu tey royna hug
og evnir; ikki bara innan fyri eitt handverksøki, men fleiri, eitt nú el, timbur og maskinyrkini. Harvið vóru dyrnar opnaðar fyri at velja at nema sær útbúgving innan júst tað yrkið, ið hugurin stóð til. Undirtøkan frá ungdóm inum var stór, og tí byrjaðu 3 flokkar, um 40 ungfólk av báðum kynum, á TSK fyrsta árið.
Útbúgving til víðari lesnað
Tá ið SIT var byrjað, helt arbeiðið fram. Ynski var um at fáa eina miðnámsútbúgving innan tøkni, ið kundi geva atgongd til víðari lesnað á jøvnum føti við aðrar miðnámsútbúgvingar. Ført varð
fram, at handverkarar, ið ikki van liga sendu síni børn á studenta skúla, skuldu fáa eina útbúgving, ið tey kundu senda síni børn á, og har tey kanska serliga fingu eitt støði, sum tey kundu byggja víðari á, um tey ynsktu at gerast verk frøðingar, arkitektar ella annað viðkomandi innan tøkni.
Samfelagsliga var tað eyðsýnt, at í einum heimi, ið stóð fyri eini tøkniligari kollvelting, serliga innan KT, fór tørvur at vera á arbeiðsmegi, ið ikki bert var stinn til kunningartøkni, men eisini teir nýggju arbeiðshættirnar, ið broytta samfelagið fór at hava tørv á.
Stóra broytingin burtur frá ídnaðarsamfelagnum og til vit anarsamfelagið fór at krevja heilt aðrar hættir at arbeiða sam an og finna aðrar loysnir enn tær, vit vóru vón við í ídnaðar samfelagnum. Hópframleiðsla av vørum og menning av nýggjum hugskotum krevja heilt hvør sín arbeiðshátt. Í dag eru tøkni og tøkniligar skipanir ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. Vit kunnu ikki fara til handils, fáa løn ella njóta ymiskar tænastur í frítíðini uttan at nýta tøkni.
Bróta upp úr nýggjum
Útbúgvingin skuldi ikki verða eitt avrit av hinum miðnámsútbúgv ingunum, men skuldi byggja á siðvenjur og arbeiðshættir innan tøkni. Útbúgvingin skuldi vera sín egin, men eisini innihalda tað besta frá siðbundnu mið námsútbúgvingunum. Lógin um HTútbúgvingina, seinni Tøkni breytina, varð samtykt í mai í 1993, og fyrsti flokkurin byrjaði í august 1993.
Tøknibreytin bygdi frá fyrsta degi av á ta sannroynd, at tú mást samanbinda teori og praksis. Tað er ikki nokk at finna loysnir, um tær ikki eru væl grundaðar, og um tær ikki kunnu brúkast í veruliga gerandisdegnum. Síðani
var tað arbeiðshátturin, ið snýr seg um, hvussu tú finn ur loysnirnar, og her var tað altavgerandi at arbeiða saman um loysnir við bólka
arbeiði, og tað mátti vera tvør fakligt. Sagt við øðrum orðum: Næmingarnir mugu læra at arbeiða saman, at brúka vitan frá fleiri lærugreinum, og at duga at seta vitanina saman til eina heild.
Tí hevur næmingurin lærugreinir so sum støddfrøði, alisfrøði, søgu, føroyskt, enskt og KT lærugreinir á miðnámsskúlastøði. Næm ingurin hevur tó eisini aðrar lærugreinir, ið ikki eru á sið
bundna miðnáminum, so sum tøknifrøði, bygging & orku, el, maskin og prosesstøkni. Nýggjasta lærugreinin er talgild sniðgeving. Dentur verður enn sum áður lagdur á, at tú mást royna tína vitan í verki, og tað gert tú á starvs stovum og handaligu verk støðum skúlans.
Útbúgving til framtíðina
Sum áður nevnt gevur Tøkni breytin atgongd til víðari lesnað. Næmingarnar hesi góðu 30 árini finna vit í dag innan nærum øll yrki: frá verkfrøðingum til lækna og løgfrøði, eins og fleiri hava út búgvingar innan heilsuøkið, mat vøru og gransking.
Tøknibreytin er enn sín egin; hon hevur prógvað seg sum eina spennandi útbúgving, ið er við til at nøkta ein tørv í samfelagnum, og er ein útbúgving, ið hóskar til eitt samfelag í støðugari broyting
##med2##
##med3##
##med4##
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her















