Todi skal til Írlands

Eftir at hava bast Skála í fyrsta undanumfarinum í UEFA-Cup kappingini, skal norska Start til Írlands at royna seg. Her verður mótstøðuliðið Drogheda, sum vann samanlagt 4-2 á finska HJK Helsinki í fyrsta undanumfarinum. Millum liðini, sum Start kundi trekkja, var eisini lettiska Ventspils, sum mikukvøldið sendi GÍ úr kappingini.