Í dag koma Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK aftur til Keypmannahavnar. Seinnapartin í gjár fóru teir úr Suðurafrika. Teinurin úr summarhitanum har suðuri og norður í kavan í Danmark er langur bæði so og so. Tí er einki at ivast í, at Todi Jónsson man kenna seg útlúgvaðan, tá hann kemur til hús. Men fótbóltsframtíðini tykist síggja hugalig út hjá honum.
Í fyrradagin spældi FCK síðsta dystin á venjingarleguni í Suðurafrika. Hann var ímóti landsliðnum hjá Malawi. Todi Jónsson var aftur hesa ferð millum teir fyrstu ellivu. Hann var í álopinum saman við Zuma. Tað má vera ein ordulig ábending um, at svenski FCK venjarin, Hans Backe, ætlar at brúka teir báðar spælararnar á toppinum, sum fyri einum knøppum ári síðani vórðu roknaðir at vera vandamiklasta álopsparið í superliguni.
Sambært heimasíðuna hjá FCK var spælið hesa ferð ikki so sannførandi, sum tað hevur verið í onkrum av hinum dystunum á ferðini í Afrika. Man tað var ivaleysa sannførandi til at vinna 5?0.
? Vit fingu stóra úrtøku burturúr málmøguleikunum. Tað boðar frá góðum. Og tað er sera hugaligt, at tað enn eina ferð eydnaðist at halda tætt í verjupartinum, varð í gjáramorgunin sagt úr FCK leguni í Suðurafrika.
Todi Jónsson var á vøllinum fyrsta tíman. So varð hann avloystur av Peter Møller. Samstundis sum Todi varð tikin av vøllinum, fór eisini miðvallarin Christian Poulsen av vøllinum. Og eina løtu seinni varð Zuma skiftur út.
Morten Bisgaard skoraði tvey mál. Hini skoraðu Carsten Fredgaard, Zuma og so Peter Møller.