Tað er friðarligt í superliguni í hesum døgum. Spælararnir eru í summarfrí, og áskoðararnir hava eyguni vend ímóti danska landsliðnum, sum er í Suðurkorea, har teir á middegi leygardagin skulu spæla áttandapartsfinalu.
Men í leiðslunum í feløgunum er ikki so lítið virksemi. Tað ræður um at fáa spælarahópin so frægan, sum tað ber til, áðrenn farið verður undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Tað hevur ljóðað, at Michael Laudrup hevur ætlað at skift út í Brøndby. Laudrup er í Suðurkorea sum hjálparvenjari hjá Morten Olsen, og teir koma ikki aftur til Danmarkar í hesi vikuni. Men í Brøndby varð fyrsta stigið tikið mánadagin á útskiftingarleiðini. Tá varð kunngjørt, at 34 ára gamli miðvallarin Krister Nordin er seldur til AIK í Stokholm. Hann kom úr svenska felagnum og til Brøndby fyri tveimum árum síðani.
Í gjár varð greitt, at ein av liðfeløgunum hjá Óla Johannesen í Hvidovre fer til annað felag. Tað hevur ljóðað, at Hvidovre ikki megnar at leingja sáttmálarnar, og nú er miðvallarin Allan Nielsen seldur til Køge, sum skal royna seg í superliguni.
Todi fær nýggjan makkara
Í fyrrakvøldið vistu franskir fjølmiðlar at siga, at ein australskur álopsmaður, sum hevur spælt við Lille í bestu fronsku deildini, var á veg til FCK. Donsku fjølmiðlarnir løgdust ikki á boðini, men leiðslan í FCK hevur einki sagt. Teir plaga ikki at siga nakað, fyrrenn sáttmálin er undirskrivaður, og tíðindini fyrst eru borin keypsskálanum í Keypmannahavn, har FCK er skrásett.
Talan skal vera um 24 ára gamla Mile Sterjovski. Hann er 190 centimetrar høgur, og seinastu tvey árini hevur hann spælt 47 dystir í Lille, og hann hevur skorað tíggju mál. Fronsku miðlarnir halda seg vita, at australiumaðurin er sera áhugaður í at sleppa til Danmarkar.
Tá FCK keypir nýggjar álopsspælarar, so er tað skjótt at hugsa, at talan verður um spælara, sum kann taka plássið frá Toda Jónsson. Í hesum førinum er neyvan so stórur vandi fyri tí. Heldur man orsøkin til handilin vera, at FCK roknar við, at Zuma fer at verða seldur, tá HM kappingin er liðug. Maðurin, ið verður umrøddur sum møguligur nýggjur spælari í FCK, minnir ikki sørt um Pascal Simpson ? í hvussu so er eru teir báðir sera høgir menn. Pascal Simpson spældi millum lítið og einki síðsta kappingarár, ti hann var skaddur mest sum alla tíðina.