ROYALA LIGAN
Todi Jónsson hevur verið so nógv tann málsóknasti Start spælarin í Royalu Liguni higartil í heyst. Tað hevur hilnast illa hjá Start, sum í trimum teimum fyrstu royndunum bara hevur megnað ein javnleik. Hóskvøldið endaði tað 1-1, tá ið FC Midtjylland vitjaði. Todi Jónsson legði Start á odda, tá ið eitt korter var farið. Úr fimm metrum smekkaði hann høvdið undir bóltin eftir horna.
FCM javnaði eftir ein hálvan tíma, og í 2. hálvleiki vóru tað gestirnir, sum vóru betri. Todi var ikki á vøllinum eftir steðgin. Hann var plágaður av skaða í hælsinuni, og tað kann væl vera, at hann ikki verður førur fyri at spæla sunnudagin, tá ið Vålerenga fer at vitja. Start hevur heimavøll í Skien, tí vøllurin í Kristiansand er ikki nóg góður at spæla á hesa ársins tíðina. Í kuldanum hóskvøldið vóru 63 áskoðarar í Skien!
Mánadagin fara teir í vetrarfrí í Start. Úrslitini nógvu tær seinastu ferðirnar benda á, at spælararnir eru troyttir og meiri enn nøkrum øðrum hava tørv á hvíld og á at koma fyri seg.
Millum Vålerenga og Hammarby endaði tað málleyst. Start hevur bara eitt stig, og hini trý feløgini hava fýra stig. Tað er alneyðugt hjá Start at vinna sunnudagin, um hugsningur skal vera um at enda millum tey bæði ovastu.
Í bólki tvey vann Lillestrøm 2-0 á útivølli móti Kalmar. Harvið legði norska felagið seg við fimm stigum klárt á odda. Øll hini feløgini hava tvey stig, men FCK og Brøndby hava bara spælt tveir dystir, meðan hini hava verið tríggjar ferðir í eldinum.
Tað var um reppið, at Brøndby hóskvøldið vann í Parkini. Johan Elmander legði tíðliga gestirnar á odda, men tá ið 2. hálvleikur var 47 minuttir gamalur fekk FCK ivasamt brotsspark, sum norski vongverjin, Andre Bergdølmo, umsetti til mál.
Í bólki 3 var talan um stórt undirhald, tá ið AaB var í Göteborg og spældi móti IFK. Úrslitið var 3-3, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 3-1 í 52. minutti, og ein spælari í hvørjum partinum sá reyða kortið. Stokhólmar felagið, meistararnir úr Djurgården, vunnu 2-1 í Oslo móti Lyn.
Svensku feløgini eru á odda í bólki trý. Djurgården hevur seks og IFK fýra stig. Lyn og AaB, sum hava ávikavíst trý og eitt stig, hava spælt tveir dystir og harvið ein færri enn hini bæði.