Tobbi ynskir Lindu tillukku

Hóast Torbjørn Jacobsen hevur funnist at X-Factor kappingini, so ynskir hann nú Lindu Andrews tillukku við sigrinum Torbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur rættiliga verið í andglettinum seinastu tíðina, orsaka av donsku kappingini X-Factor.

?Donsku kulturimperialisma? og ?karaokekapping? eru heiti, ið Torbjørn Jacobsen hevur givið donsku kappingini.

 

Men nú letur til, at Tobbi hóast alt fegnast um, at Linda Andrews megnaði at gerast vinnarin av X-Factor 2009.

- Tá ið Elvis Prestley doyði, skrivaði Washington Post, at eitt av fremstu stórmennum Ameriku var farin. Sama dagin skrivaði sovjetiska blaðið Izvestija, at amerikanska samfelagið drap Elvis. So ymiskar kunnu áskoðaninar vera. Havi ikki eina sovjetiska áskoðan á X Factor málið, og eri fegin um, at føroyingar taka lut í øllum teimum kappingum, sum lutur kann takast í, hvar í verðini tað skal vera, og fegnist sjálvandi saman við øllum mínum landsmonnum um, at tað eydnaðist Lindu at vinna X Factor kappingina. Hjartaliga tillukku Linda, sigur Tobbi í einum tíðindaskrivi til Planetina