Og »vandin« fyri tjóðartýningini er somenn onki annað enn ein óskyldug undirhaldssending, x-factor, sum hevur verið send í DR hesi seinastu fríggjakvøldini. Og sum føroyingurin Per Zachhariassen er framleiðslustjóri av, og hava vit so sanniliga eisini verið so heppin at eiga eina Lindu, sum hevur megnað at verið við frá byrjanini av, har heili 4000 danir vóru við, saman við okkara góðu Lindu, sum megnaði at vinna á øllum donsku luttakarunum og blíva vinnari av x-factor songkappingini 2009 – einastandandi, og hjartaliga tillukku Linda (og Per við ótrúliga teknikkinum!), har tú í hesi glaðu sending, var við at skapa Føroyum positiva umtalu í Danmark, har 2,2 mill. danir sótu framman fyri skíggjanum og hugdu, nú finalubrakið var fríggjakvøldið – tað skal verða løgið, um t. d. henda góða umtala, í mest eftirhugdu sjónvarpssending hjá DR, ikki fer at økja um ferðamannastreymin hendavegin, og tað man treingja til, í hesum fíggjarliga trongu tíðum hjá øllum pørtum innan ferðavinnuna – ongin lýsingarherferð í milliónaklassanum kemur upp á knøiini av hesum ótrúliga møguleikanum, sum Føroyar fingu, takkað verði Lindu, enntá púra ókeypis, framman fyri góðum 2 mill. dønum! Men líka leggur Torbjørn í! Kringvarpsstjórin helt tí, at allir føroyingar skuldu fáa høvi til at fylgja við, og eisini atkvøða um, hvør skuldi verða endaligur vinnari av kappingini, og hetta mátti sjálvandi vera beinleiðis, um atkvøðumøguleikin skuldi varðveitast – alt hetta átti Tobbi at vitað betur enn nakar annar, hugsa bara um, hvussu keðiligt tað er hjá Tobba og okkum øðrum at hyggja eftir einum fótbóltsdysti í sjónvarpinum, har man veit úrslitið frammanundan – er tað fótbóltur, so er alt í lagi hjá Tobba, og ikki eitt kis um flyting av Degi og viku!
Og so varð gjørt. SvF samsendi við DR 1, og tí mátti Dagur og viku sendingin sendast ein tíma forskotin. Og Torbjørn sá skriftina á vegginum! Hann sá fyri sær, at tjóðin stóð ikki til at bjarga, samleiki føroyinga var hóttur o.s.fr., um x-factorsendingin slapp í luftina, nei, nú var markið nátt fyri donsku kulturimperialismuni her á landi, hetta mátti steðgast her og nú, og málið varð reist á Føroya løgtingi av »bjargingarmanni« tjóðarinnar, Torbirni Jacobsen!
Ólíka er við politisku soap opruni hjá Tjóðveldi! Høgni Hoydal mælir til á politiskum vekingarmøti suðuri í Skálavík til nýggja tjóðskaparrørslu, onkur skrivar um urtapottar, annar ilskast inn á formannin, og nú, »stórmálið« hjá Tobba um x-factor og donsku kulturimperialismuna – sig so tað, at menn ikki eru verdir sína løn á tingi fyri at verja vunnin tjóðarrættindi og hesi megnarmál mugu eiga fyrsta rætt á skíggjanum, ikki so!? Meðan hóttandi búskaparstøða landsins verður als ikki umrødd - fleiri 100 tals milliónir eru millum inntøkur landskassans og útreiðslurnar, so risalántøkur uttanlands, saman við niðurskurði á komandi fíggjarlógunum, standa fyri framman – men á tjóðveldiskvørnini melur sama plátan: Tjóðveldi mælir til at skerja blokkin við góðum 600 mill. kr! So uppaftur færri pengar hjá almennu Føroyum er teirra boð upp á loysnirnar – x factor ella ei!! Nýggjur jólafundur – eg meini tað!
Føroyingar hava verið meiri ella minni undir danskari ávirkan í eini 600 ár, og veruleikin er, at danskt ikki hevur tann innbygda eginleika í sær, sum t. d. køvir eitt annað mál. Skulu vit endiliga tala um málsliga vandasigling hjá so fámentari tjóð sum okkara, so lúrir vandin á heilt øðrum staði, og tað er enska globala, massiva málávirkanin, sum tey ungu taka til sín, sum teirra annað mál, sum er ein nógv størri hóttan, enn danskt nakrantíð hevur verið, tí sum írskt tjóðarskald einaferð tók til: har onglendingurin hevur traðkað, har grør grasið ikki aftur!
So Torbjørn, uppgávan er stór, men vandin lúrir ikki í landsuðri!
N.B. Skrivað áðrenn »ynkeligu« umberingina frá Tobba til x-factorvinnaran Lindu.