Gudstænastan í Kvívíkar kirkju sunnudagin verður ikki heilt vanlig, tí tað verður ikki prestur sjálvur, sum prædikar.
Prestur og kirkjuráðsformaðurin vendu sær til Torbjørn Jacobsen og bóðu hann um at prædika, og tað hevur hann játtað.
Sunnudagurin er 25. sunnudagur eftir trinitatis, og teksturin eftir aðru tekstarøð er um, tá ið Jesus fer niðan á fjallið.
Torbjørn Jacobsen, sum er byrjaður at lesa gudfrøði, hevur áður hildið onkra prædiku. Hann hevur eisini sagt nøkur orð, tá ið Aftankvirra hevur verið í Havnar kirkju.