Íslendski tingmaðurin Karl V. Matthíasson er nú formaður í Útnorðurráðnum Á fundi í Nuuk hevur Útnorðurráðið valt íslendska altingsmannin Karl V. Matthíasson til formann í ráðnum eftir grønlendska landstingsformannin Jonathan Motzfeldt.
Jonathan Motzfeldt heldur tó fram í formansskapinum saman við Henrik Old, løgtingsmanni og nýggja formanninum.
Í sínari fyrstu røðu sum formaður legði Karl V. Matthíasson millum annað dent á, at londini í Útnorði eiga at menna samstarvið innan javnrættindi, fiskirannsóknir og bjarging.
Karl V. Matthíasson, sum í sínum borgarliga starvi er prestur, er altingsmaður hjá Samfylkingini.