Útnorðurráðið vitjaði um vikuskiftið í Suðuroynni og sunnumorgunin stóð kirkjugongd í Hovi á skránni. Ólavur Rasmussen, prestur í Leirum í Hvalba, helt guðstænastuna í Hovs Kirkju. Hann tosaði út frá tekstinum, har sagt verður, at Guðs hús er gjørt til ránsmannabøli.
Ólavur er tiltikin fyri fangandi prædikur, og hann kom í prædikuni inn á børn kring heimin, ið ikki hava tað gott. Í viðkomandi prædikuni nevndi Ólavur Rasmussen, nú limir útnorðurráðsins vóru til staðar, at hóast vit eru líka, so eru ymiskleikar. Hann segði seg hava smakkað havkall í Íslandi, sterkan ost í Danmark og rátt spik í Grønlandi. Ikki alt fall líka væl, men honum dámdi tað mesta í smáum portiónum!
Men vit føroyingar eru t.d. so fegnir, tá onkrum dámar skerpikjøt. Hóast ymsik, so eru vit líka og hóast líka, so hugsa vit ymiskt, tyktist vera boðskapur Ólavs, ið eisini kom inn á kærleika, eymleika og fyrigeving.
Prestur ynskti limum Útnorðurráðsins góðan felagsskap á ferðini í Føroyum.
- Vit syngja her í dag sálmar á fleiri tungumálum, fyri at minnast felagsskapin okkara millum, minti prestur á.
100 ára søga
Henrik Old, føroyski formaður Útnorðurráðsins, minti undir guðstænastuni á, at tað í ár eru 100 ár síðani føroyingar fyrstu ferð fóru til Grønlands at fiska. Í 1906 fóru Karin úr Havn og Havgásin úr Vági til fiskiskap í Grønlandi.
- Manningin á Havgásini hevur sitið í hesi kirkjuni, minti Henrik Old á, innan kirkjufólkið sang ein sálm á grønlendskum.
Eftir guðstænastuna fór Útnorðurráðið við fylgi til Vágs á Hotel Bakkan til ein betri døgurðabita.