Útlit fyri friði í Darfur

Ein sáttmáli millum sudansku stjórnina og ta størstu uppreistrarrørsluna í Darfur gevur vónir um frið í økinum Í sáttmálanum, sum partarnir fara at skriva undir í dag, binda teir seg til at lata hvør øðrum fangar og at steðga øllum ágangi ímóti teimum 2,2 milliónum flóttafólkunum, sum eru rikin frá húsi og heimi undir ófriðinum.

Politiskir eygleiðarar siga, at tann nýggi sáttmálin gevur vónir um, at tað skal eydnast at fáa enda á stríðnum í Darfur, sum hevur kostað meiri enn 300.000 mannalív tey seinastu seks árini.

Qatar hevur virkað sum semingsmaður í ósemjuni, og sáttmálin verður undirskrivaður har í dag.