Fiskaprísir
Tað kann vera skjótt upp og niður – ella aftur og fram – í fiskivinnuni. Mong dømi eru um tað, bæði hvat viðvíkur fiskiskapi og fiskaprísum.
Tað eru sløk tvey ár síðan, at russisk skip lógu í Føroyum og keyptu smáan upsa, tí torført var at fáa líkinda prís fyri hendan fiskin her heima. Nógv var at fáa, og fiskurin var smáur.
Í fjør vár stúrdu fólk í vinnuni fyri, at vit aftur fóru at fáa ein stóran trupulleika – og nú vildi landsstýrið ikki geva loyvi til, at russar komu higar til lands at keypa fisk.
Men tað gekk betri at sleppa av við fiskin í fjør vár, enn mangur hevði roknað við.
Góður miðalprísur
Upsaprísurin, sum var í botni fyri tveimum árum síðan, hevur í farna ári verið góður.
Orsøkirnar eru so mangar, men ein er, at upsin nú verður meira eftirspurdur enn áður.
Tummas Christophersen, reiðari, heldur, at útlitini hjá upsaskipunum eru rímiliga góð.
- Í dag liggur miðalprísurin á upsa millum 5,25 og 5,85 krónur fyri kilo. Tað merkir, at miðalprísurin er fallin eini 50 oyru frá tí, at prísurin var bestur.
Dollarin órógvar
Reiðarin í Vestmanna heldur, at tað tó er eitt, sum órógvar hann eitt sindur, hvat prísútlitum viðvíkur.
- Mær dámar ikki, at dollarin hevur verið fyri falli, og eg havi heft meg við, at fallið hevur verið eini 12% seinastu mánaðirnar.
Seinastu dagarnar er dollarin tó hækkaður nakað aftur í virði.
- Tað er ikki altíð, at prísurin á fiski er so neyvt tengdur at dollaranum, men eg kenni meg kortini tryggast við prísgrundarlagið, tá ið dollarin er støðugur – og ikki fallandi, sigur Tummas Christophersen.