Bjarni Djurholm er ikki sinnaður at leggja forðingar fyri, at útlendingar kunnu keypa Føroya Tele, tá ið felagið verður sett til sølu einaferð næsta ár.
? Telemarknaðurin er ein altjóða marknaður, og eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at avmarka, hvør kann keypa Føroya Tele, sigur Bjarni Djurholm.
? Vit kunnu sjálvandi tryggja okkum, tá ið Føroya Tele verður selt, at keyparin fær eina veitaratrygd mótvegis føroyska samfelagnum, og at Føroyar eisini frameftir kunnu verða við á teleøkinum, men tað hevur minni týdning, um keyparin er ein føroyingur, dani ella amerikanari, heldur landsstýrismaðurin.
Hansara fremsta mál er, at kappingin á føroyska telemarknaðinum verður tryggja við einari sølu av Føroya Tele, og at aðrir veitarar ikki koma í eina verri støðu, eftir at Føroya Tele er blivið eitt privat felag.










