Betuel Hansen, sum í summar skifti úr Silkeborg og heimaftur til barndómsfelagið NSÍ, hevur ikki slept dreyminum um at spæla uttanlands.
- Eg havi ætlanir um at fara til útlandið at spæla aftur, men eg veit ikki nær, sigur 19 ára gamli miðvallarin.
Hann skeyt í gjár sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá NSÍ. Talan var um fyrra málið í 2-0-sigrinum á Skála.
Betuel er í “Fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú verður spurdur um hvussu tað var at fáa sítt fyrsta Effo-mál fyri NSÍ. Eisini avdúkar hann, hvørjar møguleikar hann metir NSÍ hava fyri at røkka FM í ár.










