Ætlanin er at gera fleiri útbúgvingar í landbúnaði í Føroyum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi vísir á, at tað er øktur áhugi at fáa eitt festi og samstundis veksur áhugin fyri dyrka grønmeti. Tí heldur hon, at tað hevur stóran týdning at bøta um fakligu førleikarnar hjá teimum, sum fáast við landbúnað.
Høgni Hoydal sigur, at fyrsta stigið er, at tað verandi skeiðið skal vera hvørt ár. Tað er eitt skeið fyri bæði festara, traðarmenn, og annars øll, sum fáast við landbúnað.
Men næsta stigið er at skipa eina tvey ára útbúgving, helst saman við Fróðskaparsetrinum og í samstarvi við búnaðarskúlar uttanlands.
Hann sigur, at í næstum verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um tað. Hann heldur nevniliga, at skulu vit menna landbúnaðin, eru útbúgvingar og førleikamenning, avgerandi.
Magnus Rasmussen vil hava at vita, hvat vinnan sjálv heldur. Hann hevur varhugan av, at verandi skeið er gott, men spurningurin er um vinnan heldur, at tørvur er á eini tvey ára útbúgving. Hann heldur, at vit mugu ansa eftir ikki at skjóta spurv við kanón og at skipa eina ongri útbúgving.
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at vit eiga at taka støði í veruleikanum, og hann heldur ikki, at tað er neyðugt at ganga á Fróðskaparsetrinum fyri at passa nakrar seyðir, ella seta nøkur epli niður.
Høgni Hoydal sigur, at verður skeiðið víðkað til tvey ár, kundi dentur verið lagdur á mjólkneytahald, umhvørvi, umhvørvisvernd og røkt og lívfrøði. Samstundis skal útbúgvingin verða førleikamennandi til aðrar útbúgvingar.
Hann heldur ikki, at tað er at skjóta spurv við kanón. Og ætlanin um eina tvey ára útbúgving, er eitt uppskot frá einum arbeiðsbólki, har vinnan eisini varð umboðað.
Uppskotið frá arbeiðsbólkinum mælir eisini til, at gransking verður skipað fyri at menna ostaframleiðlsu, grønmetisframleiðslum, kjøtframleiðslu, vistfrøðiliga framleiðslu, endurbýtslu og taðing, og at royndir verða gjørdar við at lækka áseyðatalið, og annað.