Landsstýrið arbeiðir nú við at geva djúpvatnstrolarunum rúmari ræsur at fiska.
Hetta upplýsti Anfinn Kallsberg, løgmaður, og virkandi fiskimálaráðharri, í løgtinginum nú um dagarnar, tá ið uppskotið frá javnaðarflokkinum var til viðgerðar um at lata djúpvatnstrolarunum íløgustuðul í trý ár afturat.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram, tí at djúpvatnstrolararnir klára seg ikki síðani íløgustuðulin fall burtur í mars mánaða í ár.
Hinvegin hava reiðararnir ført fram, at fáa djúpvatnstrolararnir íløgustuðul í trý til fimm ár afturat, eru teir so mikið niðurgoldnir, at teir klára seg sjálvar.
Men hetta uppskotið dámar løgmanni onki.
Hann segði, at fáa djúpvatnstrolararnir studning uttan víðari, er tað sum at geva teimum ein kodda og at biðja teir bara lata vera við at fiska, tí at teir fáa studning kortini.
Tí helt hann ikki, at studningsleiðin einsamøll var tann rætti vegurin at ganga.
Bíði heldur.....
Hinvegin segði Anfinn Kallsberg, at landsstýrið arbeiddi við málinum um at bjarga teimum 13 djúpvatnstrolarunum.
Men hann legði áherðslu á, at landsstýrið ger tað saman við vinnuni, og hann roknaði við, at landsstýrið kom við einum uppskoti um hetta fyri nýggjár.
Tí helt hann, at løgtingið átti heldur at bíða eftir uppskotinum frá landsstýrinum, heldur enn at samtykkja tað frá javnaðarflokkinum.
Men hóast hann ikki dugdi at siga út í æsir, hvussu uppskotið hjá landsstýrinum verður, segði hann, at tað bleiv í hvussu so er nógv betri enn tað hjá javnaðarflokkinum, ið bara gongur út uppá at veita trolarunum studning, sum hann málbar seg.
Hann vísti eisini á, at tað eru ikki allir reiðararnir á djúpvatnstrolaraunum, sum eru áhugaðir í bara at fáa studning og so onki meir.
? Tí er ein partur av vinnuni ikki so fegin um uppskotið hjá javnaðarflokkinum, segði virkandi fiskimálaráðharrin. Vinnan vil heldur hava broytingar, so at teir ikki hava tørv at almennum stuðuli í framtíðini.
? Møguliga verður brúk fyri einum ávísum stuðuli í eini skiftistíð, men so lat okkum tað, segði hann.
Trokaðir burtur
Anfinn Kallsberg segði, at tað vóru ymsir møguleikar at hjálpa djúpvatnstrolarunum.
?Ein máti er at geva teimum størri frælsi at fiska, segði hann.
Hann er samdur í, at umstøðurnar hjá djúpvatnstrolarunum eru bara blivnar trengri og trengri.
?Djúpvatnstrolararnir eru trokaðir burtur av fleiri av teimum leiðum, teir vóru vanir at fiska á, t.d. av garnabátunum, sum fiska svartkalva, men eisini av svartkjaftaskipunum og av skipunum, sum fiska gulllaks.
? Sostatt eru umstøðurnar hjá djúpvatnstrolarunum nógv versnaðar seinastu árini - fyri ikki at siga, at grundarlagið undir teimum er viknað heilt nógv, segði Anfinn Kallsberg.
?Hann segði eisini, at sjálv vildi vinnan hava rúmari ræsur at fiska, fyri at sleppa undan at fáa so nógv í beinleiðis stuðuli.
Hann vísti eisini á, at ein annar møguleiki er at lata teimum avmarkaðan stuðul í eini skiftistíð av játtanini, sum varð sett av til at varðveita ein fjølbroyttan flota.
Kjarnan í uppskotinum hjá landsstýrinum er sostatt ein kombinatión av øktum fiskirættindum og einum møguligum avmarkaðum stuðuli í eini skiftistíð fyri at loysa eina fyribils kreppu hjá djúpvatnstrolarunum, upplýsti virkandi fiskimálaráðharrin.
Løgmaður ásannaði annars tann týdning, sum djúpvatnstrolararnir høvdu fyri búskapin, og hann legði dent á, at vit eiga at varðveita og at fjøltátta okkara vinnulív so nógv sum yvirhøvur gjørligt.