Indonesisku myndugleikarnir siga, at teir hava forðað einari umfatandi og blóðugari yvirgangsatsókn, sum islamistiskir yvirgangsmenn ætlaðu at fremja í august. Løgreglan hevur tikið tríggjar menn í høvuðsstaðnum Jakarta, og sum skilst ætlaðu teir at fremja eina líknandi atsókn sum ta sera ógvusligu atsóknina at indiska býnum Mumbai í 2008.
Atsóknin skuldi fremjast í verki tann 17. august, sum er tjóðardagur í Indonesia. Tann dagin skuldu menninir søkja at gistingarhúsum, sum útlendskir gestir plaga at búgvaá, tá teir eru til hátíðarhalkd í Indonesia.
Løgreglan sigur, at teir tríggir menninir høvdu verið í venjingarlegu í landspartinum Aceh har vesturi á oynni Sumatra.










