Ætlan um bíligar íbúðir er í vanda

ÍBÚÐARBYGGING Semjan á Løgtingi um at úvega støkum uppihaldarum og øðrum við serligum tørvi, bíligar íbúðir, er brotin. Tjóðveldi sigur, at tað er mark fyri, hvussu langt flokkurin vil strekkja seg

- Eg gangi sterkt út frá, at ein skrivlig avtala verður hildin!
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, rópar nú varskó.
Samstarvið í Løgtinginum ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi er í stórum vanda.
Beinleiðis orsøkin er, at semjan ímillum teir tríggjar flokkarnar um at broyta Húsalánsgrunnin, so at hann kann fíggja bíligar íbúðir, er brotin.
Og tað er eisini greitt, at hetta førir við sær, at øll semjan um Húsalánsgrunnin er í vanda fyri at detta niðurfyri, og tað kann eisini fáa avleiðingar fyri alt annað samstarv ímillum hesar tríggjar flokkarnar.

Avtalan brotin
Ætlanin við uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, er at tryggja bíligar íbúðir við tí endamáli, at stakir uppihaldarar, pensjónistar, lesandi og onnur við serligum tørvi, skuldu fáa ráð at útvega sær ein dygdarbústað fyri sámuligar pengar.
Men tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið í gjár, gjørdi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, púra greitt, at uppskotið, sum varð lagt fyri løgtingið, var brot á eina greiða avtalu.
Avtalan ímillum teir tríggjar flokkarnar var, at Húsalánsgrunnurin eisini skuldi fáa heimild at fíggja sethús, men tann partin hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tikið burtur úr uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri Løgtingið.
- Eg veit ikki hví, men tað er eitt greitt brot á avtaluna, sigur Høgni Hoydal.
Høgni staðfesti, at fyri Tjóðveldi er tað ein týdningarmikil aðaltáttur í semjuni um Húsalánsgrunnin, at, at Húsalánsgrunnurin eisini sleppur at fíggja sethús.

Semjan skal haldast
Høgni Hoydal er fullgreiður yvir, at peningastovnarnir eru hart ímóti hesum, at tað almenna skal taka kappingina upp við privatu bankarnar.
- Men eg haldi, at tað ber til at seta Húsalánsgrunnurin treytir, so at talan ikki verður um eina ójavna kapping, men bara um eina vanliga kapping.
- At fáa sær tak yvir høvdið er størsta útreiðsla í lívinum hjá fólki, men tað er so dýrt, at politiskt eiga vit at gera nakað við tað.
Umframt Aksel V. Johannesen, hevur Miðflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um Húsalánsgrunnin, men eftir tí uppskotinum skal hann eisini kunnað fíggja vanlig sethús.
Og formaðurin í Tjóðveldi ger púra greitt, at uppskotið hjá Miðflokkinum má eisini semjast.
- Vit hava eina skrivliga avtalu um hetta og gangi út frá, at teir flokkar, ið hava skrivað undir avtaluna, standa við hana, sigur hann.
- Síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, eru nakrar áhugaverdar royndir gjørdar at finna semju um ávís mál.
Men Høgni Hoydal staðfestir, at semjan um Húsalánsgrunnin er ein av teimum avgerandi semjunum, sum Tjóðveldi hevur gjørt við hinar flokkarnar.
- Tað var okkara fremsta mál, at Húsalánsgrunnurin eisini skal sleppa at fíggja sethús og eg gangi sterkt út frá, at hon verður hildin.
- Men tað kann hon bara verða, um so er, at uppskotið hjá Miðflokkinum eisini verður samtykt um at Húsalánsgrunnurin skal kunna fíggja sethús, sigur Høgni Hoydal.

Klárar tað ikki
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðurkennir, at avtala var við Tjóðveldi um, at Húsalánsgrunnurin eisini skal kunna fíggja sethús.
Men hann sigur, at eftir at hava kannað tað væl og virðiliga, er niðurstøðan, at tað ber ikki til.
Lægsta renta hjá bankunum til sethús, er realkredittlán, sum hevur eina rentu upp á 3-3-5%.
- Skal Húsalánsgrunnurin fíggja sethús, noyðist hann at læna pening, tí hann hevur ikki meiri enn 360 milliónir tøkar.
Landskassin hevur lænt pening í summar fyri eina rentu upp á 3,81% og Húsalánsgrunnurin fær aldrin bíligari rentu enn tað. Harafturat kemur so eitt umsitingargjald upp á 0,2%, ella har á leið og ein eyka renta upp á áleið 0,5%, fyri at verja seg fyri tapi.
- Sostatt kann Húsalánsgrunnurin aldrin læna pening til sethús fyri minni enn 4,5% í rentu, so eg dugi ikki at síggja endamálið í tí.
- Skal Húsalánsgrunnurin læna pening, skal landskassin veðhalda og tað ger kredittvirðið hjá landskassanum verri.
- So tá ið landskassin aftur skal læna pening næstu árini, er vandi fyri, at rentan hækkar.
Aksel V. Johannesen heldur, at tí eigur fæið hjá Húsalánsgrunnurin fyrst og fremst at verða brúkt, har tað ger mest nyttu og tað er at fíggja leiguíbúðir og aðrar alternativar íbúðir fyri at tryggja fólki, sum annars ikki hava ráð til tað, ein sámuligan bústað fyri ein sámuligan prís.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at rentan gongur upp og niður og hetta snýr seg um at geva Húsalánsgrunninum heimildina at fíggja sethús, so veldst um, nær hann brúkar heimildina.
Aksel V. Johannesen, at bankarentan flytir seg eisini!.
Annars kannar fíggjarmálaráðið um tað ber til at gera ein føroyskan realkreditt, sum kann fíggja sethús, men tær kanningarnar eru ikki komnar á mál enn.
- Er tað ein gongd leið, eru vit sinnað at lata Húsalánsgrunnin veita realkredittlán, sigur Aksel V. Johannesen.

Ongin vandi
Ein høvuðsorsøk til at bankarnir eru so hart ímóti, at Húsalánsgrunnurin fíggjar bústaðir, er teir halda ikki, at tað almenna eigur at fara í kapping við bankarnar.
Høgni Hoydal heldur, at tað kann vera ein orsøk til, at landsstýrið hevur tikið taå burtur úr uppskotinum, at Húsalánsgrunnurin eisini skal kunna fíggja sethús.
Hinvegin staðfestir landsstýrið, at skal Húsalánsgrunnurin fíggja sethús, má hann læna pening til endamálið og so klárar hann neyvan at læna teir út aftur til sethúsaeigarar fyri eina kappingarføra rentu.
- Klárar Húsalánsgrunnurin ikki tað, er heldur onki hjá bankunum at stúra fyri, staðfestir Høgni Hoydal.
Hinvegin heldur hann, at sleppur Húsalansgrunnurin ikki at fíggja sethús, er tað ein spurningur um hann ikki at megna at útvega sær sjálvum inntøkur til at fíggja lutaíbúðir og leiguíbúðir.