Hetta var fyrstu ferð, at nýggja stýrisskipanin skuldi brúkast í samband við samgongusamráðingar. Gamli løgtingsformaðurin kallaði allar floksformenninar til fundar hvør sær fyri at finna útav, hvør teirra hevði best møguleikar fyri at skipa eina samgongu.
Javnaðarflokkurin sá skjótt, at tann borgarligi vongurin í tinginum gekk saman, so vit royndu so ístaðin at binda Tjóðveldisflokkin til okkum. Eftir áheitan frá teimum skutu vit Høgna Hoydal upp sum samráðingarleiðara. Men vit løgdu yvir fyri tjóðveldismonnum ta treyt, at ein samgonga, har Javnaðarflokkurin var við, skuldi roynast.
Anfinn Kallsberg fekk 17 atkvøður, meðan Høgni Hoydal fekk 15.
Úrslitið gjørdist so henda samgongan, sum kann kallast ein borgarlig-sjálvstýrissamgonga, og Javnaðarflokkurin fór í andstøðu sum størsti andstøðuflokkur.
Í telvingini um nevndarsessirnar eydnaðist andstøðuni at vinna tveir formanssessir, harav Javnaðarflokkurin fekk formannin í uttanlandsnevndini.