Tá Steintór Rasmussen og Eyðun Klakstein í 2001 fóru at tosa um at fyrireika ein tónleikafestival í Klaksvík, var hugskotið, at festivalurin skuldi vera í viðarlundini úti í Grøv í Klaksvík.
– Men tað ber ikki til, tí yvirfriðingarnevndin helt, at tað fór at gera skaða á træavøksturin, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum.
Gøtufólk komu tó elduhugaðu klaksvíkingunum í forkeypið við fyrsta G-festivalinum, sum varð hildin á Gøtusandi í 2002.
– Men vit vildu kortini ikki sleppa hugskotinum, og fyrsti Summarfestivalur varð hildin í 2004, sigur Steintór Rasmussen.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið samrøðu, sum Sasho Bjartsston hevði við Steintór Rasmussen á Rás2.