Einans fýra dagar áðrenn EM byrjar, hava ukrainskir myndugleikar handtikið ein fraklending, ið er undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at fremja heili fimtan álop á evropeiska meistarakappingina í Fraklandi.
- Fraklendingurin tosaði neiliga um politikkin hjá stjórnini, hópinnflyting, víðkanina av islam og altjóðagering, umframt at hann tosað um at fremja fleiri yvirgangsálop, sigur leiðarin fyri ukrainsku trygdartænastuna við Reuters tíðindastovuna.
Um vikuskiftið upplýstu ukrainskir myndugleikar, at teir høvdu handtikið ein fraklending á markinum millum Ukraina og Pólland. Viðkomandi varð steðgaður, tá hann royndi koma um markið í einum bili fullum av vápnum og spreingievnum. Tað er tó ikki váttað, at talan er um sama mann.
Hetta er einans seinasta hóttanin í eini langari røð av hóttanum móti fótbóltskappingini, ið fer av bakkastokki fríggjadagin. Francois Hollande, franski forsetin, slær tó fast, at kappingin verður ikki flutt.
- Eg havi avgjørt, at kappingin heldur fram sum ætlað, og vit hava gjørt alt fyri at skapa eitt flott tiltak, bæði ítróttarliga og sosialt, segði forsetin sunnudagin.










