Ætlaði at bakka 30 km til hús

KOYRING Norðmaður, sum hevði sett sær hetta fyri, varð tíbetur steðgaður av løgregluni. - Slík koyring er ikki serliga hensynsfull, sigur løgreglan

Noreg: Ein mikudag í farna mánaði endaði norska løgreglan í eini heldur sjáldsamari støðu:

Teir steðgaðu nevniliga einum bilførara, ið ætlaði at bakka einar 30 kilometrar gjøgnum Gudbrandsdalen, norður til heimstað sín, Tretten.

Maðurin koyrdi við einum gomlum Mercedes-bili, men hesin var als ikki egnaður ella góðkendur til ferðslu á almennum vegi.

Tá løgreglan steðgaði manninum í tí bakkandi bilinum, og undraðu seg um, hvagar hann ætlaði sær, fall svarið beinanvegin: “Heim til Tretten!”.

Bilførarin greiddi frá, at gearkassin í bilinum var í ólagi, og at tað bara var bakkgearið sum riggaði nøktandi.

Løgreglan hevði tó lítla samkenslu fyri ynskinum hjá manninum um at sleppa til hús á henda hátt, og gav honum koyriforboð á staðnum. Nummarspjøldrini vórðu snøgt sagt klipt av bilinum, eins og myndin vísir.

- Hetta slagið av atferð í ferðsluni er als ikki í samsvar við lógarverkið, sigur Edmund Tofthagen, ið arbeiðir í politi-økinum í Gudbrandsdalen.

Í grein 3 í norsku ferðslulógini stendur, at bilførarar eiga at ferðast “hensynsfullt og aktpåliggende”.

Bilførarin var hinvegin ikki serliga fegin um avgerðina at seta bilin, men boygdi seg kortini fyri kravinum frá løgregluni.

- Hann hevði einki val. Slíkt tjakast vit ikki um. At bakka til hús, er ikki loyvt, sigur Tofthagen við norskar fjølmiðlar.




- Passar ikki

- Hetta er bara tvætl. Eg ætlaði als ikki at bakka so langt, sum løgreglan sigur, vísir maðurin á.

Norskir miðlar hava skrivað nakað um hendingina, og eitt av bløðunum hevur ómakað sær at fáa eina viðmerking frá manninum.

Hann sigur stutt við blaðið, at hann veruliga ætlaði at bakka, men ikki til hús. Í roynd og veru ætlaði hann bert at bakka bilin ein munandi styttri tein, til eitt bilverkstað ið lá har um vegir.

- Eg hevði so ongar trupulleikar av at bakka soleiðis við eini ferð uppá bert 40-50 km/t.

- Eg koyrdi við ávaringarljósunum tendraðum, so eg var ikki til vanda fyri nakran í ferðsluni, greiðir maðurin frá.