Ætla at síggja Van Persie ímóti Arsenal

Fleiri føroyskir Manchester United fjepparar ætla at verða á Old Trafford leikvøllinum í Manchester, tá fyrrverandi Arsenal-spælarin, Robin van Persie saman við liði sínum tekur ímóti Arsenal á Old Trafford í Manchester.

 

Dysturin verður leygardagin 3. november klokkan 12.45, men longu dagin fyri, fríggjadagin 2. november verður farið beinleiðis til Manchester úr Vágum við leiguflogfari.

 

Ætlandi fáa føroysku Manchester United fjeppararnir vitjan av Andy Mitten frá "FourFourTwo", og ætlandi vitjar Manchester United legendan, Andy Cole eisini fyri at greiða frá um 1999, tá Manchester United vann "The Treble", umframt aðrar upplivingar.

 

Flogið verður heimaftur til Føroya leygarkvøldið 3. november. Tað er Ebbe Kristinn Thomsen saman við tur.fo, ið er høvuðsreikari av túrinum.