##med2##
- Vit arbeiða hart saman við einari televeitingarfyritøku at tryggja, at tað verður gott internet á oyggjaleikunum, ið verða á Guernsey á sumri í 2021.
Á Guernsey hava tey góðar vøllir og hallir sum tey eisini høvdu á leikunum í 2003, og tí er ikki neyðugt at dagføra so ræðuliga nógv á tí ítróttarligu síðuni fyri at hava góðar leikir á Guernsey um tvey ár. Tó verður nakað gjørt við skjótibreytina, greiðir Colin Le Conte, KT-leiðari hjá fyrireikingarnevndini fyri oyggjaleikunum á Guernsey á 2021 frá.
##med3##
Colin Le Conte hevur verið til teir seinastu oyggjaleikirnar fyri at eygleiða umstøðurnar á KT-økinum, og tá hevur hann eisini gjørt hesaferð.
2021 verður triðju ferð Guernsey hýsir oyggjaleikunum. Fyrstu ferð var í 1987, og aðru ferð var í 2003.
Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 hevur gjørt við Colin Le Conte.
##med4##