Ætla at fáa meira virksemi í Bygdarhúsið í Miðvági

Fyrst í juni keypti Vága kommuna Bygdarhúsið í Miðvági. Nú skal ein húsanevnd veljast, sum kann vera við til at skipa meira virksemi í húsinum

– Tað hevur verið nokk so fitt av virksemi í Bygdarhúsinum fyrr, og nú ynskja vit at fáa meira virksemi aftur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Fyrr var tað ungmannafelagið Gleimur, ið hevði virksemi í Bygdarhúsinum, men so steðgaði tað, og ein privatur persónur keypti og hevur havt virksemi har í fleiri ár. Nú viðkomandi steðgaði, keypti kommunan Bygdarhúsið fyri 2,8 milliónir krónur. 

– Nøkur fá tiltøk hava verið har, síðani kommunan keypti, men nú ætla vit at velja eina húsanevnd, sum kann standa fyri rakstrinum av húsinum umframt at skipa fyri tiltøkum og annað, sigur borgarstjórin.

Miðvágs barnaskúli, tað vil siga 1.-3. flokkur, heldur til í ovaru hædd í Bygdarhúsinum.

Húsið hevur annars verið nýtt til veitslur, mentanartiltøk, konsertir, dans, ervi og annað.

Mikukvøldið 2. oktober klokkan 20 verður fundur í Bygdarhúsinum, har fólkið í kommununi eru vælkomin at tosa um, hvussu arbeiðið skal skipast og til at velja eina nevnd.