Fullveldissamgongan, jú tað var hon, sum skrivaði álit oman á álit um líkt og ólíkt, fara vit at minnast afturá. Tað var hon, sum helt seg kunna práta seg burtur úr øllum, meira enn nøkur undan henni.Gott dømi um hetta er mentanarpolitikkurin. Longu í samgonguskjalinum verður boðað frá, at ?ein greiður mentanarpolitikkur verður orðaður?, sum um nakar av sínum eintingum hevði funnið uppá at orða ein ógreiðan mentanarpolitikk. Tað hevði verið nóg mikið at sagt, at mentanarpolitikkur verður orðaður. Tí har haldi eg, vit eru stødd. Og sannførd eri eg um, at tey, sum virka innan mentanarlívið ynskja og biðja eftir, at teirra virkisøki verður tikið í álvara.
At maður kemur í mans stað skal valdast.
Lyftið um at fáa mentanarpolitikkin orðaðan hevur løgmaður borið víðari í øllum sínum løgmansrøðum øll fýra árini.Tolin hava vit lurtað og tolin hava vit bíðað. Enn er hann ikki komin! Herfyri spurdi Birgir Kruse landsstýrismannin Óla Holm um júst hetta í frálíku sendingini Stýrivolt. Jú, sigur Óli Holm, nú kemur hann, mentanarpolitikkurin, sum skal fevna um eina ætlan yvir 4-5 ár. Og vit, sum tolin hava bíðað øll hesi fýra árini undrast, at allir hesir fýra lansstýrismennirnir hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hava umsitið mentan hetta skeiðið, at allir hava verið líka lítið spentir at orða henda politikk- enn minni realisera nakað av hesum, sum koma skuldi. Allir hesir, sum bara komu og fóru. Skal tað taka fýra ár at orða ein politikk, verður seinur dagur, áðrenn nakað spyrst burturúr. Hví syrgdu teir ikki fyri hesum beinanvegin, so teir sjálvir kundu framt nakað í verki? Hví lata henda møguleika gleppa tykkum av hondum? Eingin áhugi! Og tað er júst tað, Óli Holm sjálvur sigur í samrøðu við Birgir Kruse. ?Politikarar hava ongan áhuga í mentan?. Her talar hann sjálvsagt fyri sínar egnu. Heilir fýra av tjóðveldisslagnum hava jú roynt seg- Signar á Brúnni, Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen og nú Óli Holm.
Fólk hugsa ov smátt.
Hendan tráðin tekur Birgir Kruse í, tá hann spyr, hví mentamál eru so trupul at umsita og leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin hevur jú slitið upp fýra landsstýrismenn! Tann fjórði situr nú. Jú, Óli Holm heldur, at mentan er trupul at umsita. ?Stýrið er stórt, og tað er lættari at seta ljóskastaran á Mentamálastýrið enn onnur stýri?, heldur Óli Holm. Eisini tí, ?at áhugin fyri smálutum er stórur hjá fólki?.
Eftir situr lurtarin og við eini undarligari kenslu, at ein landsstýrismaður skal ditta sær til at gera av og taka dagar ímillum, hvat er stórt, og hvat er smátt fyri fólki! Hevur tað kanska lítið uppá seg, at brekað børn ikki sluppu í fyrsta flokk, tí játtanin ikki rakk, og hetta mátti hurlast til við eykajáttanarskjali í summarferiuni? Ella at børnini á Trøllanesi ongantíð komu í skúla? Ella at hesir tjóðveldismenn syrgdu fyri, at eftirútbúgving av lærarum datt burtur? Ella at eingin fígging er til nýggju bókasavnslógina? At múrurin í Kirkjubø ongan góðan átti hetta skeiðið? Hvat er tað, sum er so smátt fyri tjóðveldislandsstýrismenn í mentamálum, men allíkavæl slítur teir so mikið upp, at teir mugu geva skarvin yvir?
Móðir tjóðveldismenn.
Passaliga ironiskur mundi Birgir Kruse vera, tá hann bar hesa ovurhondsstóru ?slitagu? uppá mál. Mær vitandi var Signar á Brúnni frískur, ferðugur og reinsaður fyri allar illgerðir, tá Høgni Hoydal koyrdi hann úr sessinum, tí Signar hevði einki skeivt gjørt. Sjálvur tók hann róðrið eina løtu, stillaði seg í andglettin, sum tá var verkfallið í fólkaskúlanum, so øll skuldu síggja til, Tórbjørn Jacobsen tók vaktina, men mátti bróta hana av, tí maðurin dugdi sær ikki hógv og skilti ikki sín arbeiðssetning sum landsstýrismaður. Nú er so mikið útliðið, at vit mugu vænta av Óla Holm, at hann fer at orka at taka tað síðsta av hesi serstøku vikarskipan í mentamálum hjá tjóðveldinum. Men gevst við at siga fólki, hvat fyri teimum er stórt ella smátt!Tykkara slit kemur innanífrá og ikki uttanífrá av ágangandi spurningum frá borgaranum.
Nei-sigarar.
Samrøðan í Stýrivolt endar við, at Birgir Kruse sigur við Óla Holm, at hann hoyrir til ein flokk, sum hevur mentamál ?í sínum skyldri?, sum hann málber seg. Ein áminning, sum kemur í evstu løtu, hugsa vit, sum tolin bíðaðu. Og vit spyrja okkum sjálvi, hvussu tað kann bera til. Hvussu kundi nakað munagott spyrjast burturúr so ódrúgvari arbeiðsmegi, sum tjóðveldisflokkurin hevur verið í mentamálum? Minnir mest um hana, sum stóð og spann, gav út og vant uppá snældu og so allar, sum heilsaðust, smírdust og gingu framvið. Neyðars embætisfólk, sum hava spunnið í samfull fýra ár. Var tjóðveldisalskurin fyri mentan so stórur, høvdu vit sæð okkurt til tað í tinginum. Einasti flokkur, sum var 100 % nei-sigarar til andstøðuuppskot til fíggjarlóg fyri 2001 um at styrkja Musikkskúlan við 950 t.kr. var Tjóðveldisflokkurin. Uppskotið kom ígjøgnum uttan eina einastu atkvøðu frá hesum øgiliga mentaflokki. Sjálvsstýrisflokkurin fór sama veg, men hann er so lítið munagóður. Heldur ikki fingu vit undirtøku frá Tjóðveldisflokkinum til Leikpall Føroya, sum vit ynsktu at styrkja við broytingaruppskoti til fíggjarlóg fyri 2002.Tað uppskotið fall, tíverri. Og freistandi er at hugsa, um heiðursgávur viðhvørt eru slíkar, sum verða latnar, so fólk bara tiga.
Tøgn.
Nógv verður at taka upp eftir hesa samgonguna. Mentanin er bara ein partur. Lyftini vóru øgilig, tá tey løgdu til brots. Mentanargrunnurin skuldi økjast _ mió. árliga, lovaðu tey. Nú er deyðatøgn! Í løtuni fer øll orkan hjá landsstýrismanninum til at finna útvegir fyri, hvussu hann skal bera seg at, soleiðis at fólkaskúlanæmingar kunnu fara til fráfaringarroynd.