- Tað skal verða lættari hjá Tjóðveldi at koppa eini samgongu!
Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, heldur, at tað er einasta endamálið við einum uppskoti, Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið.
Hann hugsar um uppskotið, Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið, er, at eftir hvørt løgtingsval, skal løgmaður leggja frá sær.
Edmund Joensen heldur, at hetta er eitt uppskot, sum nærkast einum stjórnarkvetti.
Í drúgvari grein í Sosialinum hetta vikuskiftið, leggur hann Tjóðveldið undir at vilja tiltuska sær eitt vald, sum flokkurin einki eigur í.
- Tjóðveldi er týðiliga øst og misnøgt við verandi løgmann og landsstýri, og tí vil andstøðuflokkurin broyta stýrisskipanarlógina, so lættari kann sleppast av við verandi løgmann - men eisini allar komandi løgmenn, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur ikki, at ónøgd við ein ávísan persón, er ein ósaklig grundgeving fyri at broyta Stýrisskipanina.
- Eitt ítøkiligt uppskot frá víðgongdum fullveldispolitikarum er tí, at um eitt misálit verður reist - og samtykt - so skal tað pr. automatikk bera í sær nýval til Løgtingið.
Hann heldur, at hetta er at pilka so nógv við valdsvavnvágina ímillum landsstýri og løgting, at tað líka við at líkjast einum stjórnarkvetti.
Hann heldur ikki, at hetta fer at føra til politiskt støðufesti
Men tað stuðlar royndunum hjá einum ónøgdum Tjóðveldi at koppa samgongum og landsstýrum við at skapa øsing um einstøk mál.
- Verandi skipan passar sjálvandi ikki í krammið hjá einum ørkymlaðum fullveldisflokki, ið ikki enn er stjórnarberandi og hevur sitið í andstøðu í áravís, skrivar Edmund Joensen í Sosialinum.
- Tí vil Tjóðveldi eisini taka onnur stýringsamboð frá øllum komandi føroyskum stjórnarleiðarum og stjórnum og leggja tey nærri at Tjóðveldinum sjálvum.
- Flokkurin vil taka sær vald, sum hann onki eigur í, sigur Edmund Joensen.
Og í Sosialinum hetta vikuskiftið ber til at fáa meiri at vita um, hví fyrrverandi løgmaður heldur, at uppskotini frá Tjóðveldi um at broyta stýrisskipanina, eru skaðilig.
|