Tjóðveldi á eykafloksting í Havn í dag gjørt av, at flokkurin stillar upp til næstkomandi fólkatingsval, men tó er enn ikki greitt, hvussu verður við uppstillingini annars, tí eitt eykafloksting aftrat skal gera av, hvussu mong valevnini verða og hvussu valstríðið annars skal rekast.
– Vit hava ikki læst okkum føst í, hvussu stillað verður upp. Men flokkurin vil fegin stilla upp og gera vart við seg allastaðni, har føroyskur politikkur er til viðgerðar, so tað ikki bara verður latið upp í hendurnar á sambandsumboðunum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
– Roknast kann við, at komandi fólkatingsvala og løgtingsval meira ella minni fara at hanga saman, og flokkurin ætlar at leggja dent á tey mongu málini, sum flokkurin hevur samtykt í sínum nýggja stevnumiði. Eisini kundi eykalandstingið staðfesta, at Tjóðveldi er til reiðar at fara undir valstríð.
Vilja savna kreftirnar
Formaðurin í Tjóðveldi sigur, at undirtøkan var góð á eykalandstinginum, sum er skipað upp á sama máta sum ein landsfundur, har feløgini og limirnir í flokkinum sleppa til orðanna, umframt at feløgini hava atkvøðurætt. Og stórur meiriluti var fyri, at flokkurin skal stilla upp til fólkatingsvalið.
– Eftir sjálvt eykaflokstingið brúktu tey, sum høvdu hug og stundir til tað, tíð og orku til at viðgera sjálva valætlanina hjá flokkinum. Av tí at sambandsflokkarnir eiga bæði fólkatingsumboðini nú, vilja vit fegin royna at samskipa og savna loysingarkreftirnar til komandi fólkatingsval, heldur enn at spjaða, sigur Høgni Hoydal.
Tey seinnu mongu árini hava allir teir størru flokkarnir stillað upp til fólkatingsval, men herfyri tók ein av teimum smærru, Sjálvstýrisflokkurin, avgerð um ikki at stilla upp til fólkatingsval næstu ferð. Hinvegin hevur Zakarias Wang boðað frá, at hann sum einstaklingur ætlar at stilla upp til næsta fólkatingsval.