Tjóðveldi og Sambandið bresta saman á veljarafundi í kvøld

Har verða holmgongur, torutalur og undirhald

Nú klokkan 19 í kvøld verður valfundi í OY, har Sambandsflokkurin og Tjóðveldi bresta saman í hólmgongu. Ætlanin er hava eitt undirhaldandi valkvøld við tónleiki, torutalum og ikki minni enn fýra hólmgongum, har valevni frá Sambandsflokkinum dystast við valevni frá Tjóðveldi.


Formenninir báðir, Høgni Hoydal og Bárður Nielsen, halda hvør sína torutalu, og Fríði Sigmundsson og Beinta E. Jacobsen spæla nøkur løg.